
Hvussu tulka vit, at Føroyar nú fáa fastan sess í formansskapinum í Norðurlandaráðnum uttan sjálvstøðugan limaskap?
Høgni Hoydal:
-Tú kanst tulka tað sum, at man nú kanska roynir at gera eina millumloysn, so man sleppur undan hinum.
Men eg síggi tað sum, at hetta er ein viðurkenning av, at tá Føroyar taka lut í norðurlendskum samstarvi, so er tað ikki bara fyri at pilka okkara egna nalva, men at vit hava nakað at geva til tað samlaða norðurlendska samstarvið, sum jú eftir okkara tykki eigur at styrkjast á so mongum økjum.
Ikki minst sum heimurin sær út nú.
- Tá tað var til viðgerðar í dag, tá tóku øll umboðini í formansskapinum undir við tí. Tey eru 15, og tey umboða allar ymsar politiskar flokkar í norðurlondum, og tað var einmælt.
So tað taki eg sum eitt tekin um, at man í hvussu so er, tá tað kemur til tingfólk, parlamentarikarar, tekur undir við fullum føroyskum limaskapi í norðurlendskum samtarvi.
Spurningurin um hvør hevur fullveldi yvir einum øðrum og tílíkt, kemur inn á stjórnarstigi meira enn tað kemur á parlamentariskum stigi.
So vit royna allatíð at sannføra tingfólkini um at ávirka sína stjórn.
Men í mongum førum hevur tað gingið striltið, tí stjórnirnar ofta eru tær sum hava valdið, og tingfólkini ikki tora at ganga í móti teimum.
- Tað er bara partvíst rætt, at Svøríki og Finnland eru trupulleikin. Svøríki og Finnland síggja tað jú soleiðis, at tá Føroyar vilja hava sjálvstøðuðan limaskap í Norðurlandaráðnum, so spyrja tey jú :
,, Hví eru tit ikki sjálvstøðug?”
,, Hví skal Danmark hava fleiri atkvøður?”
Tað er tað eina.
Men hin trupulleikin er jú eisini framvegis, og tað haldi eg ikki er nakað at fjala útyvir.
Tað er at Danmark sjálvt jú heldur ikki góðtekur tað sambært sínari fatan av hvat danska grundlógin ger í Føroyum.
Facebook viðmerkingar