11 filmsverkætlanir fingið stuðul

Mentanargrunnurin: Til næsta stuðulsumfarið í ár, Filmur II. 2025, hevur nevndin í Mentanargrunni Landsins tikið avgerð um at veita stuðul til 11 filmsverkætlanir. Stuðulsupphæddin, ið lutað verður út í hesum umfarinum, er 1.055.000 kr.  
 
Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm.  
 
Nevndin hevur viðgjørt umsóknirnar eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m., sum er broytt við løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2014, løgtingslóg nr. 34 frá 30. apríl 2015 og kunngerð nr. 3 frá 6. januar 2025.  
 
Við nýggju kunngerðini frá 6. januar 2025 um stuðul til film er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur stuðulsjáttanina til film, og er hetta sostatt næsta stuðulsumfarið, síðani heimildin er flutt til Mentanargrunn Landsins. Sum kunngerðin ásetur, hevur grunnurin sett tveir filmsráðgevar at meta um og gera tilmæli til grunnin. Avgerðin hjá nevndini um hvør fær stuðul til film, er bygd á tilmæli frá ráðgevunum. 
 
17 umsóknir komu inn til næsta stuðulsumfarið, sum søktu um tilsamans 2.706.475 kr. 
 
Samlaða filmsjáttanin fyri 2025 eru 4,6 mió. kr. Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga. 

Facebook viðmerkingar