Eydnan og hepni er ikki við okkum, men stríðsviljanum og viljanum til at spæla fótbólt feilar onki, skrivar www.sudringar.fo
Suðringar fóru á vøllin í dag við greiðum málsetningi um at fáa stig, helst øll 3, burturúr dystinum.
Men tá Eirikur Magnusarson í 27 minutti fekk seina gula kortið og tískil reytt kort, gjørdist uppgávan torfør og trupul.
Okkara menn stríddust tó mannliga og megnaðu eisini at halda fast í 1 stigi til tað síðsta. Men so 2 minuttir inni í yvirtíðini fekk HB mál, og Suðringar mistu á stokkinum.
Tepur tap í fleiri dystir eru avbjóðandi og trupult at góðtaka, men fótbóltsliga vísir liðið dygdir og teir stríðast væl.
Úrslitini fara at koma, ongin ivi um tað. Og okkara menn hava tørv á øllum stuðli, nú marginalarnir eru ímóti.
Næsti dystur er í Løgmanssteypinum ímóti KÍ á heimavølli Flaggdagin.
Kelda: www.sudringar.fo
Facebook viðmerkingar