Skótar úr Vági og Miðvági á landslegu í Norra

Í døgunum 5. til 12. juli 2025 luttaka skótar og leiðarar úr Vági og Miðvági á stóru norsku landsleguni hjá skótunum í Noregi. Hetta er fyrsta felags landslegan hjá bæði KFUK-KFUM-skótunum og Norges Speiderforbund, og verður legan hildin á GOBB/Vind Arena í Gjøvik við vatnið Mjøsa.

Á Speidernes landsleir luttaka umleið 10.000 luttakarar í aldrinum 10–25+ ár, og eru tað eisini við gestir úr øðrum londum.

Skótarnir sleppa at royna alt frá haik (ferð við yvurnátting í patruljum), bálkvøldum og verkstovum, til pionering og felags aktivitetir, saman við øðrum skótum.

Legan byrjar og endar við stórum felags bálum og hátíðarhaldi.

Skótar úr Vági og Miðvági fara at:

Sova í tjaldi, gera mat á báli og liva tætt við náttúruna.

Luttaka í haik, har tey ferðast og sova úti fleiri dagar.

Byggja við trøum og reipi (pionering) uttan at brúka naglar ella skrúvur.

Koma at møta fólki úr øðrum londum og fáa nýggjar vinir.

Skótar úr Vági og Miðvági sleppa at uppliva eina fantastiska viku við náttúru, felagsskapi og spennandi avbjóðingum í Gjøvik. Eins og aðrar stórar altjóða skótalegur, er ongin ivi um, at hetta verður ein lega, sum skótarnir aldrin fara at gloyma, heilsa føroysku skótarnir úr Gjøvik í Norra.

Sigurð Marner Simonsen leiðari fyri Skótaliðið Royndina úr Vági var heimildarmaður.

Facebook viðmerkingar