
Dansibandsfestivalurin: Ein afturvendandi fastur táttur í árskalendaranum hjá Dansibandsfestivalinum er at lata stuðul til vælgerandi endamál.
Hetta hevur Dansibandsfestivalurin gjørt frá byrjan og í ár er onki undantak.
Á hugnaløtu í kvøld vórðu tilsamans 100.000 kr. latnar í stuðli til fimm feløg, sum á hvør sín hátt ríka um trivnaðin og felagslívið í nærumhvørvinum.
Tey fimm feløgini eru:
Vágs Bóltfelag
FC Suðuroy
Vágs Kappróðrarfelag
Grindabátafelagið í Vági
Jómsvíkingar
Nevndin í Dansibandsfestivalinum takkar feløgunum fyri teirra stóra týðandi arbeiði til frama fyri okkum øll.
Facebook viðmerkingar