
Mánamorgunin fór ein stórur bólkur av ungdómi úr FC Suðuroy til Íslands, har tey skuldu á venjingarlegu og fótbóltskapping.
Venjingarlegan er í lítlu bygdini Sandgerði, ið gjøgnum nógv ár hevur verið vinarbýur við Vág. Hetta samstarvið hevur ikki verið so virkið seinastu árini og tí hevur FC Suðuroy roynt at tikið sambandið uppaftur við Sandgerði og fótbóltsfelag teirra Reynir.
Tá ið lent var í Íslandi vóru øll boðin til hugnaligan døgurða í mastovuni Retturin, har eigari og kokkurin greiddu frá um hansara leið í fótbólti, sum leikari, síðani dómari og eisini altjóða dómari. Tá ið so blaðmaður kom á gátt eisini, tóku teir guitarin fram og fóru at syngja saman og fingu føroyska ferðalagið at syngja við. Eftir hetta fóru ungu leikararnir til Sandgerði har dreingirnir høvdu venjing og síðani var svimjing á skránni. Um somu tíð fóru genturnar til vinardyst í Reykjaneshøllini.
Týsdagin var í høvðusheitum fokus á venjing og venjingardystir, sum eisini vóru spældir í Reykjaneshøllini.
FC Suðuroy hópurin er sera væl móttøkin í Sandgerði og Keflavík og í kvøld bjóðar Suðurnæsabæi (ið er samanlagda kommunan millum Sandgerði og Garðurin) til kvøldsetu við grill og heilsan frá fótbóltsfelagnum og umboðum fyri kommununa.
FC Suðuroy valdi í ár at royna Ísland, til at venja og eisini at kappast í, tí ferðamøguleikarnir millum Føroyar og Ísland eru sera góðir og eisini tí at mentanirnar líkjast sera nógv. NATA (ið er felagsskapur, ið stimbrar undir samstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland hevur eisini verið ein virkin viðleikar, ið at fáa hendan túrin at eydnast.
FC Suðuroy ferðalagið verður í Íslandi í eina viku og kemur heimaftur á ólavsøku. Næstu dagarnar luttaka ungu FC Suðuroyleikararnir til altjóða fótbóltskappingina ReyCup í Reykjavík.
Úr Íslandi letur FC Suðuroy heilsa øllum og takkar fyri tann stuðul, ið veittur er og sum ger eina slíkan túr til møguligan. Seinni í vikuni er ætlandi meira at hoyra frá sjálvari kappingini.



Facebook viðmerkingar