Borgarstjórin í Vágs kommunu vitjar í Íslandi

Vágs kommuna: Borgarstjórin í Vágs Kommunu, Bjarni Johansen, er í hesum døgum á vitjan í Íslandi, har hann vitjar samanløgdu kommununa Suðurnesjabær (Sandgerð og Garður).

Í nógv ár hevði Vágs Kommuna eitt vinarbýarsamstarv við Sandgerði Kommunu, men samstarvið hevur ikki verið virkið seinastu 10 árini. Eftir at Sandgerð og Garður løgdu saman til eina felags kommunu fyri nøkrum árum síðani, verður nú roynt at endurskapa samstarvið.

Í gjár hevði borgarstjórin ein jaligan fund við Magnus Stefánsson, Sigursvein Bjarna Jónsson og Einar Jón Pálsson, sum umboða Suðurnesjabær. Báðir partar lýstu fundin sum positivan og fullan av góðum møguleikum.

Samtíðis sum borgarstjórin vitjar í Íslandi, er eisini FC Suðuroy við trimum liðum í Íslandi. Liðini halda til í Sandgerði hjá fótbóltsfelagnum Reynir fram til mikudagin, tá tey fara víðari til Reykjavík at luttaka í fótbóltskapping. Í Sandgerði verður skipað fyri venjingarlegu fyri bæði føroysku og íslendsku fótbóltsspælarunum – har ítróttur og vinarskapur ganga hond í hond. Ferðaliðið kemur aftur til Føroya 28. juli.

Vitjanin hjá borgarstjóranum og ferðin hjá FC Suðuroy vísa greitt, at áhugin fyri samstarvi og felagsskapi millum Vágs Kommunu og Suðurnesjabær (Sandgerð/Garður) er til staðar – bæði á politiskum og ítróttarligum støði. Hetta gevur góðar vónir fyri at endurskapa og menna eitt virkið og gevandi vinarbýarsamstarv í komandi tíðum.

Facebook viðmerkingar