Nógvir seglbátar hava vitja Vág í summar

Vágs kommuna: Í summar hevur Vágs havn fingið vitjan av sera nógvum seglbátum. Í alt hava 50 bátar við meira enn 120 fólkum umborð lagt at kai og væntast kann, at fleiri koma afturat í ár.

Fyrsti seglbáturin kom á Vág um miðjan mai og síðani tá hava nógvir bátar lagt leiðina inn á Vágsfjørð. Seglbátarnir koma ofta sunnanífrá, har teir hava silgt framvið bretskuoyggjunum, fyri so at koma til Vágs. Vágs havn er fyrsta havnin hjá hesum bátum, tá teir koma í føroyskt sjóðøki.

Bátarnir liggja vanliga í nakrar dagar í Vági, har manningin rindar møðina eftir ein túr á góðar 36 tímar. Eisini ger manning brúk av nógvu ferðavinnuhentleikunum, sum eru í Vági og í oynni, áðrenn leiðing gongur víðari norðureftir, har flestu bátarnir steðga í Tórshavn. Afturmeldingarnar frá bátunum eru jaligar og okur uppliva, at fleiri av bátunum steðga á aftur, tá ið teir sigla suðuraftur móti bretskuoyggjunum.

Talið av seglbátum er økt støðugt hvørt ár, og hetta er í trá við tað menningararbeiði, sum verður gjørt fyri Vágs havn og ferðavinnuna í Vági.

Tað hevur alt at siga, at image’ið hjá Vágs Havn er jaligt, og er hetta nakað, ið okur hava arbeitt við. M.a. samskifta okur við manningarnar umborð á seglbátunum, og veita teimum eina góða tænastu. Harumframt hava okur betra um tænasturnar hjá Vágs Havn; t.d er lagt tráðleyst net oman á kaiina. Herfyri samtykti Havna- og vinnunevndin at skipa umvæling og menning av Vágs Havn, soleiðis at okur hava ein sterkan maritimam depil í Suðroynni. Marin H. Gårdlykke.

Flestu seglbátarnir hava uppruna í evropeiskulondunum, men onkur kemur úr fjarskotnum londum, sum Avstralia og Saint Vincent og The Grenadines

Facebook viðmerkingar