
Í vikuni hevði Heilsuskúli Føroya, vitjan av Bornholm.
Dina frá Bornholms Sundheds – og sygeplejeskole, ynskti at vitja skúlan, nú hon kom til Føroya, at vitja danskar námsfrøðihjálparanæmingar, sum eru í starvsvenjing í Føroyum.
Hon fekk innlit í skúlavirksemi og námsfrøðihjálparaútbúgvingina í Føroyum, og var sera hugtikin av okkara útsikt.
Á myndini frá vinstru: Eir Jógvansdóttir Norðberg, námsfrøðingur og lærari, Dina frá Bornholm, námsfrøðingur og lærari, Vivie Davidsen, skúlastjóri, Rakul í Lágabø Nolsøe, námsfrøðingur og lærari og Elken Bech, lestrarvegleiðari og samskipari.
Facebook viðmerkingar