Heystmarknaður á Tvøroyri

August nærkast sínum enda og heystið er í hondum. Hetta merkir sjálvandi, at sera væl umtókti Heystmarknaðurin á Tvøroyri nærkast av álvara.

Sum kunnað varð um, beinanvegin eftir væl eydnaða Heystmarknaðin í fjør, so verður marknaðurin í ár, leygardagin hin 18. oktober.

Seglloftið og havnalagið verða karmar um tiltakið, har fólk kunnu ogna sær forkunnugan føroyskan mat, heimagjørd pløgg, prýði og annað tílíkt.

BÍLEGGIÐ BORÐ Á SEGLLOFTINUM

Eins og undanfarin ár, er møguligt at bíleggja sær eitt borð á Seglloftinum, um okkurt er, ið tit vilja selja.

Tað er ókeypis at vera við, men treytin er tó, at tað, ið selt verður, skal vera heimagjørt – antin tað er plagg, matur ella prýði. Heystmarknaðurin er ikki ætlaður sum ein loppumarknaður.

Øll eru vælkomin at bíleggja sær borð við at venda sær til kommununa á bn@tvoroyri.fo ella við at ringja á 611085.

Upplýsið navn og telefonnummar og hvat tit ætla at selja.

Seinasta freist at bíleggja borð, er fríggjadagin 10. oktober 2025, kl. 13:00.

Facebook viðmerkingar