
Birkblog: Skúlaárið er byrjað og týsdagin hin 19. august fóru 8. og 9. flokkarnir í Tvøroyar skúla saman við lærarunum Hildur, Alexandru, Wiviku og Elini at vitja søguligu framsýningina í mentanarhúsinum SALT.
– Har sæst, hvussu stóra og sermerkta saltgoymslan, ið vit í dag kenna sum okkara mentanarháborg SALT, ið stendur fyri Sound Art Live Theatre, bleiv til.
Heitið á framsýningini er “1938”, ið er árið, tá bygningurin bleiv til eftir bara einum hálvum ári, siga næmingarnir í skrivi til birkblog, sum tey hava lisið.
Framsýningin hevur staðið uppi síðan á jóansøku og heilt fitt av fólki hava vitjað og víst henni áhuga. Hon er umfatandi við stórum og góðum svørthvítum fotomyndum, sum vístu alla gongdina, frá sprongt varð, fyri at planera og heilt til dekkaða veitsluborðið við franska víninum, tá stásiligi bygningurin stóð liðugur. Rói Einarson hevur við hepnari hond sett framsýningina upp.
Facebook viðmerkingar