Latið upp fyri Økistónar umsóknum

Umsóknarportalurin til Økistónar er latin upp fyri skeiðið 1. januar – 1. mai 2026.

Freistin at søkja er 1. oktober 2025. Søkjast kann á okkara heimasíðu undir Søk Økistónar” Link → https://musikk.fo/sok-okistonar/

Les meir um Økistónar: https://musikk.fo/okistonar/

Økistónar veitir stuðul til spælistøð og fyriskiparar, ið ynskja at skipa fyri konsertum við høgari góðsku, men sum ikki altíð hava fíggjarligt rásarúm til tess. Við stuðlinum tryggja vit, at tónleikarar fáa minstuløn, og at fyriskiparar fáa betri møguleika at bjóða tónleiki fram – eisini har, ið annars hevði verið torført.

Skipanin leggur dent á reglusemi, økisumboðan, góðsku, javna kynsumboðan, tónleikaligt fjølbroytni og nýskapan. Hon skal gera tað lættari at arbeiða sum konsertfyriskipari og menna eina sterka konsertmentan kring alt landið.

Fyriskiparar kunnu søkja um 2.000 krónur fyri hvønn tónleikara, tó í mesta lagi 10.000 krónur fyri hvørt tiltak. Treytirnar eru at man er limur í Konsertfyriskiparafelagnum (ókeypis) og at hava KODA-sáttmála (ella gjalda koda fyri hvørja konsert).

Limaskapur í konsertfyrikiparafelagnum er ókeypis og tú kanst blíva limur við at senda teldupost til konsertfo@gmail.com. Somuleiðis taka tey fegin ímóti spurningum um Koda.

Hava tit spurningar, kunnu tit venda tykkum til okkara á musikk@musikk.fo

Facebook viðmerkingar