
Hildigunn Tausen, sum er ættað úr Hovi, hevur altíð verið áhuga í lit og ljós spælinum í náttúruni.
Hon byrjaði at mála fyrst í 2000, men ikki fyrr enn hon fór undir eina 4 ára útbúgving sum psykoterapeut, har listaterapi var ein av útbúgvingargreinunum. Her lærdi hon dirvi at opna, sleppa og finna seg sjálva, og hevur hon latið tað innara koma fram í skapandi myndum. Gongd kom á og hon var seld til listina.
Hildigunn hevur tey seinastu 13 árini búð í Danmark, men setti føtur aftur í Føroyum fyri gott tveimum árum síðani.
Árini í Danmark hevur hon leita sær íblástur frá kendum listamálarum, umframt at hon hevur verið við í tveimum gallaríum á Fyn. Tað hava eisini verið stundir til framsýningar á fyritøkum, stovnum og kirkjum. Afturkomin til Føroyar, hevur hon haft fleiri listaframsýningar á arbeiðsplássum og matstovum, og skal tann 5. september útstillað í Smiðjuni í Lítluvík, fyri áttandi ferð.
Hildigunn nýtur akrylmáling, ofta við spartli. Málningarnir eru sprotnir útfrá gereindisdegnum, hugflogi og kenslum í løtuni. Endamáli við málningunum er at geva hyggjaranum eina góða kenslu og uppliving, við rúm fyri hugsan og at finna nýggj motivur í málningunum, jú meira ein eygleiður.
Við á framsýningini eru eisini ymiskir kvinnu málningar, við heitinum “Eg seti mín hatt sum eg vil”, hennara
vælumtóktu fuglar og heimagjørdar brosjur og oyraringar av seyðamotivum.
Hildigunn býr, hevur atelier og eitt lítið gallarí á Signabø.
Opið er soleiðis í Smiðjuni í Lítluvík:
Fríggjadagin 05. sept. 16.00—19.00
Leygardagin 06. sept. 11.00—19.00
Sunnudagin 07. sept. 14.00—19.00
Mánadagin 08. sept. 11.00—19.00
Týsdagin 09. sept. 11.00—19.00
Facebook viðmerkingar