Henrik Old: Síggið at Suðuroyarportalurin longu hevur tikið avgerð um og boðar frá, at triði túrurin hjá Smyril ónsdag skal takast burtur eftir nýggjár.
Eg gangi út frá, at tíðindini koma úr tí tilfari, sum Samferðslumálaráðið hevur sent fíggjarnevndini. Tá fíggjarætlan verður gjørd, so senda teir ymisku stovnarnir undir ráðnum, í okkara føri serliga teir stóru sum Landsverk og Strandferðslan, sínar viðmerkingar og ynskir inn til komandi fíggjarlóg.
Tað hevði ikki spælt friðarliga av, um landsstýrismaðurin sorteraði burtur úr tilfarinum, tað honum ikki dámdi ella ikki var samdur í. Tí er alt, sum SSL og LV hava sent inn, koyrt víðari til fíggjarnevndina, og so er vanligt, tá landsstýrismaðurin verður innkallaður í fíggjarnevndina, at hann har greiðir frá, hvat hann er samdur í ella ikki.
Úr tí tilfarinum, sum fíggjarnevndin hevur fingið, lesa tíðindafólk dagliga burturúr.
Skal ein landsstýrismaður gera viðmerkingar til øll tíðindabrot, sum verða lisin burtur úr tí tilfari, sum fíggjarnevndin hevur fingið, so ger hann ella hon ikki annað.
So um Suðurrás hevði ein serligan áhuga í onkrum av tí tilfari, sum fíggjarnevndin hevur fingið, so hevði borið til at ringt ella sent ein teldupost til landsstýrismannin, áðrenn ein so avgjørd niðurstøða varð gjørd.
Henrik Old
Facebook viðmerkingar