Tórsdagin 9. nov. kemur ein ungur breti við Norrønu til Føroyar.
Hann eitur Jonathan Kambskard-Bennett og er 25 ára gamal.
16. januar 2015 setti hann seg á eina súkklu í London og súkklaði fyribils til Danmark at vitja mammu sína í Keypmannahavn.
Aftaná vitjan fór hann víðari niður gjøgnum Europa og so til Rusland-Kina-Asia-Australien-USA-Ísland og nú til Føroyar.
Pápi Jonathan í London hevði keypt eina súkklu á eBay og segði við Jonathan, at hann kundi lána hana, og tá hann hevði súkkla 4.000 km kundi hann eiga súkkluna.
Higartil hevur Jonathan súkkla yvir 45.000 km.
Man kann fylgja við ferðini hjá Jonathan á https://jkbsbikeride.com/
Ferðin gongur umvegis Føroyar av tí at Jonathan hevur eina langommu, Judith Kambskard, sum er 96 ára gomul og býr á Røktarheiminum á Tvøroyri.
Og hana vil Jonathan vitja áðrenn hann tann 13. nov. fer við Atlantic til Edinburgh – og harfrá súkklar hann niður gjøgnum Skotland til Englands og London har ferðin endar aftaná næstan 3 ár heimanifrá.
Omma Jonathan er føroysk og mamman hálvur føroyingur – øll Tvørafolk.
Facebook viðmerkingar