Janus Thomsen er settur sum nýggjur stjóri í føroyska orkufelagnum, Effo.
Janus Thomsen er 38 ára gamal og hevur seinastu 7 árini verið stjóri í Trygd. Hann hevur harafturat verið stjóri í lívstryggingarfelagnum NordikLív umframt marknaðarleiðari og leiðari fyri samanløgdu Privat- og Vinnudeildina hjá Trygd.
Janus Thomsen er útbúgvin cand.merc. frá Copenhagen Business School við sergrein í marknaðarføring, samskifti og leiðslu umframt HA í búskapi og teldufrøði.
– Janus Thomsen hevur viðkomandi royndir og útbúgving, góðar førleikar og hevur skapað góð úrslit í undanfarnu størvunum, sigur Árni Rasmussen, nevndarformaður í Effo.
Janus Thomsen tekur við stjórastarvinum aftan á Niels Juel Nattestad, sum eftir 22 ár takkar fyri seg.
– Hetta er ein spennandi avbjóðing og síggi eg áhugarverdar framtíðarmøguleikar fyri at styrkja og menna føroyska orkufelagið, sigur nýggi stjórin, Janus Thomsen.
Janus Thomsen tekur við sum stjóri 1. august.
Facebook viðmerkingar