Søkt verður eftir fólki 30 tímar um vikuna at starvast, fyrst og fremst, heima hjá barna- familjum, har ein stuðlar, eygleiðir og vegleiðir foreldrum og børnum.
Arbeiðið er í tøttum samstarvi við barnaverndarumsitingina og onnur fakfólk. Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða út frá hølunum hjá Suðuroyar barnaverndartænastu.
Arbeiðstíðirnar eru fyri tað mesta í dagtímunum, men uppgávur kunnu uppstanda, sum eru uttanfyri vanligu arbeiðstíðina. Arbeiðstíðin skal tillagast tørvin hjá familjunum.
Søkt verður eftir skikkaðum starvsfelaga ið:
- Hevur miðallanga relevanta útbúgving, sum tildømis, námsfrøðingur, sosialráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur el.a.
- Er persónliga sterkur við góðum innlivingarevnum.
- Skal virða ymiskleikan hjá fólki
- Dugir væl at samstarva og samskifta – bæði munnliga og skrivliga
- Virkar fyri, at foreldrini fáa neyðugan stuðul til menning av foreldrauppgávuni
- Hjálpir børnum/ungum at fáa ein tryggan, mennandi og skipaðan gerandisdag
- Dugir væl at gera eygleiðingar og er fakliga væl fyri
- Hevur dirvi at taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt
Vit bjóða:
- Eitt spennandi, mennandi og avbjóðandi starv
- Sparring og vegleiðing frá starvsfólkunum á barnaverndartænastuni
- Supervision og møguleika fyri at mennast fakliga
- Eitt sjálvstøðugt starv har ein skipar arbeiðsdagarnir í samstarvi við umsitingina á barnaverndartænastuni og familjurnar
Førleikar:
Útbúgving sum námsfrøðingur, sosialráðgevi, sjúkrarøktarfrøðingur ella aðra miðallanga útbúgving. Viðkomandi royndir við sosialt útsettum fólki, serliga børnum og familjum, er ein fyrimunur.
Neyðugt er, at umsøkjarin hevur koyrikort og bil.
Um Suðuroyar barnaverndartænastu
Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni. Tað starvast fýra starvsfólk í umsitingini.
Endamálið hjá Suðuroyar barnaverndartænastu er at ansa eftir teimum børnum og ungum, ið liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, og veita teimum ta hjálp, ið er neyðug.
Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er nøktandi og gongd kemur á ein góða menning.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og er tíðaravmarkað fram til 1. juni 2019, við møguleika fyri at fáa fast starv. Løn sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og avvarandi fakfelag.
Umsóknarfreist
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 31.05.18 kl. 12.00, saman við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum. Hjálagt umsóknini skal eisini vera revsiváttan. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Anniku á tlf: 229085 ella teldupost: annika@tvoroyri.fo
Umsóknin skal sendast við vanligum posti ella telduposti til:
Suðuroyar Barnaverndartænasta ella: annika@tvoroyri.fo
Sornhúsvegur 22
Postboks 104
800 Tvøroyri
Facebook viðmerkingar