Byggja næmingabústað til Ítróttaháskúlan

Ítróttaháskúlin í Suðuroy byrjaði virksemi í august 2016, tá fyrstu næmingarnar byrjaðu á Ítróttaháskúlanum. Skjótt gjørdist greitt, at Ítróttaháskúlin er eitt skúlatilboð, sum dregur til sín ung úr øllum landinum og uttanlands.

Longu í februar 2017  var greitt, at tað fór at verða trupult at taka ímóti øllum umsøkjarum til Ítróttaháskúlan. Av somu orsøk varð farið undir at fyrireika at byggja næmingabústað til Ítróttaháskúlan. 

Hetta arbeiðið er nú komið somikið áleiðis, at farið verður undir at byggja í næstum – og byggiloyvið er fingið til vega til bygningin, sum Bústaðir kemur at byggja.

 

Facebook viðmerkingar