Tórsdagin 6. november vardi Helgi Winther Olsen ph.d.-ritgerð sína um kropsliga rørslu í skúlunum.
Sum ph.d.-lesandi hevur Helgi arbeitt og verið innskrivaður á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Kanningarnar eru gjørdar í Suðuroy, í Vágs skúla og Tvøroyrar skúla.
Ritgerðin ber heitið: Effects of the FIT FIRST FOR ALL school-based physical activity intervention on health-related fitness, well-being, and equitable participation in a Faroese school setting.
Verjan fór fram í Kongshøll, har umleið 80 fólk lýddu á.
Ingi Heinesen Højsted, lektari á Fróðskaparsetri Føroya var forfólk í metingarnevndini, sum eisini var mannað av Hafrún Kristjansdóttir, ið er professari á universitetinum í Reykjavik, og Craig Williams, sum er professari á University of Exeter.
Metingarnevndin helt, at talan er um sera týdningarmikla gransking, sum Helgi hevur lagt fram í eini vælskrivaðari ritgerð.
Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, var høvuðsvegleiðari, Malte Nejst Larsen, adjunktur á SDU, var hjálparvegleiðari, eins og May-Britt Skoradal, sum er lektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Helga her.
Mynd (c) gransking.fo. Frá vinstru:May-Britt Skoradal, Magni Mohr, Hafrún Kristjansdóttir, Helgi Winther Olsen, Craig Williams og Ingi Heinesen Højsted. Malte Nejst Larsen vantar á myndini.
Samandráttur
Í hesi ritgerð verður viðgjørt, hvussu eitt skipað og skúlalagað rørsluátak kann fremja heilsutengt kropsligt rørsluføri, upplivaða lívsgóðsku og javnbjóðis luttøku hjá næmingum í aldrinum 7 til 16 ár. Granskingarverkætlanin er grundað á FIT FIRST FOR ALL rørsluátakið, ið verksetti tríggjar eyka rørsluløtur á 40 minuttir hvørja viku í 10 vikur fyri øllum næmingum í einum føroyskum skúla í 10 vikur. Endamálið var at kveikja høgt rørsluvirkni gjøgnum aldurslagað og spælkent ítróttaligt rørsluvirksemi leitt av útbúnum ítróttalærarum.
Verkætlanin fór fram í vanligu skúlagongdini og varð framd som ein ikki-randomiserað kontrollerað kanning. Úrslitini eru løgd fram í trimum vísindaligum greinum. Fyrsta greinin kannaði broytingar í konditión og kropsbygnaði, og vísti týðandi framstig tvørturum aldurs- og kynsbólkar. Konditiónin betraðist við 31% og fimi við 2%, vøddamongd vaks við 7%, og fitimongd minkaði við 9%. Onnur greinin kannaði heilsutengda lívsgóðsku við spurnarblaði. Kenslan av kropsligari vælveru betraðist við 7%, serliga hjá yngri næmingum og dreingjum. Aðrar týðandi broytingar í lívsgóðsku vórðu ikki staðfestar. Triðja greinin viðgjørdi rørsluvirkni í sjálvum rørsluløtunum í mun til rørslumátingar og upplivdum virkni. Í miðal vóru næmingarnir virknir við miðal- ella høgum intensiteti í umleið 60% í hvørjari rørsluløtu og upplivdu høga gleði tvørtur um førleikastøði, aldursbólkar og kyn. Tey við lægsta byrjanarstøði í konditión vóru serliga kropsliga virkin og kendu seg virkin, men upplivdu somu gleði sum hini og vístu greiðastu ábendingina um framstig, sum váttar teirra virknu og jaligu luttøku.
Samanumtikið vísa hesi úrslit, at FIT FIRST FOR ALL sum væl skipað, inkluderandi skúlalagað rørsluátak kann betra um kropsligt rørsluføri og samstundis fremja sjálvsfatan og menta rørslugleði hjá næmingum. Heilsutengt kropsligt rørsluføri vísti seg ikki bara sum ein úrtøka, men eisini sum ein lykil til luttøku. Ritgerðin viðgerð eisini royndirnar úr verkætlanini í eini lýsing av týdningarmestu góðskukørmunum fyri dygdargóðum rørsluátøkum í skúlum og leggur dent á haldgóða skipan, staðbundna tillaging og javnbjóðis luttøkumøguleikar. Endaliga tekur ritgerðin saman um, at hóast skipað økt rørsluvirkni ikki er berandi í sjálvum sær, er tað alneyðugt fyri at stuðla menning av burðardyggum rørsluvanum og menna lívslanga heilsu og trivnað.Helgi Winther Olsen vart ph.d. á Setrinum


Facebook viðmerkingar