Ónskvøldið var tiltakið “Suðuroy framá”, sum Suðuroyar Tjóðveldisfelag skipar, aftur á skrá, hesaferð í Hvalba, har evnið var ferðavinnan – og nógv fólk vóru møtt í hølunum hjá arbeiðarafelagnum Roynd.
Ferðavinnan er ein av spennandi vakstrarvinnunum í Føroyum, har Suðuroyggin eisini hevur framúr møguleikar, og var endamálið við fundinum eisini at varpa ljós á nakrar av møguleikunum við tveimum áhugaverdum framløgum.
Arousiak Hammer úr Hvalba, sum eigur og rekur fyritøkuna Faroe.escapes hevði eina sera áhugaverda framløgu um hvussu hon miðvíst hevur arbeitt við at fara inn í ferðavinnuna og hevur sett á stovn egna fyritøku. Eisini greiddi hon frá hvørja tænastur hon bjóðar og hvørjar royndir hon hevur við útlendsku ferðafólkunum, sum hava vitjað – og at fokus er á fáa ferðandi til Suðuroynna, sum veruliga vilja leggja pengar eftir sær. Til ber at lesa meiri um tænasturnar frá Faroe.escapes á heimasíðuni https://faroeescapes.com
Eftir framløguna hjá Arousiak framførdi Streingjakórið úr Porkeri tríggjar vakrar sangir, sum allir hava lokalan uppruna úr Porkeri, ein við teksti og tónleiki, og tveir týddir til føroyskt.

Seinna framløgan var frá fyritøkuni EatLocal , sum Ragnhild Dam og Jóannes á Fløtti standa aftanfyri. EatLocal hevur heimasíðuna eatlocal.fo, har tað ber til at bjóða seg fram sum vert fyri heimablídni ella øðrum ferðavinnutilboði, sum hevur mat á skránni – og tað er ókeypis at gerast partur av EatLocal-heimasíðuni.
Tey bæði greiddi frá, at nakrir vertir hava mat, summir einfaldan føroyskan mat, onnur hava valt at hava meiri fjøltáttaða matarskrá. Aftur onnur hava eisini tilboð um náttúru-upplivingar og mat, t.d. gongutúrar og mat, fiskitúrar og mat, ella svimjitúr og mat.
Ragnhild og Jóannes greiddu eisini frá, at tey fegin vildu hava fleiri vertir úr Suðuroynni og at tey eisini hjálptu til, um onkur ynskti at skráseta seg á eatlocal.fo. Lesast kann meiri um møguleikarnar á EatLocal á heimasíðuni eatlocal.fo

Eftir framløgurnar bjóðaði Suðuroyar Tjóðveldisfelag ein kaffimunn og prátað varð eisini um ferðavinnuna og møguleikar í Suðuroynni, og greiddi Magnus Pauli Vest frá Visit Suðuroy í Vági frá teirra arbeiðið innan ferðavinnuna.
Samanumtikið eitt sera gott “Suðuroy framá” tiltak har ferðavinnan var á breddanum.
“Suðuroy framá” aftur í februar
Næsta “Suðuroy framá” tiltak verður í februar, tá ungdómurin og framtíðin í Suðuroynni verður evnið. Meiri verður at frætta um hetta tá komið er inn í nýggja árið.
Endamálið við “Suðuroy framá” tiltøkunum er sum kunnugt at varpa ljós á tað, ið tekur seg fram í samfelagnum og er viðkomandi nú – við serligum atliti til suðringar og Suðuroynna.


Facebook viðmerkingar