Eggja borgarum til at seta jólaprýði upp

BySuðuroyarportalurin

6. november 2025
Sumba um kvøldið prýtt við jólaprýði (myndin gjørd við vitlíki)

Sumbiar kommuna eggjar aftur í ár øllum borgarum í kommununi um at seta upp jólaprýði á ogn síni. Hetta var gjørt í fjør og var tað sera stuttligt at síggja hvussu nógv borgarnir gjørdu burturúr, sigur Sumbiar kommuna á heimasíðuni.

Í ár fara tey eisini at skipa fyri atkvøðu um jólaprýði í kommununi og fara atkvøðuseðlar og ein atkvøðukassi at standa í Handlinum í Sumba, og kann hvør borgari atkvøða eina ferð. Seinasta freist at atkvøða er fríggjadagin 19 desember. Kl 12:00.

Vinnarnir vera lýstir á Facebook síðuni Trivnaðarbólkur fyri Sumbiar Sókn, og har verða góðir vinningar til nr: 1, 2 og 3.

Facebook viðmerkingar