Tilmælið: Økja um tyrluflúgvingina til Suðuroyar

Atkoma, ferðatíð og títtleiki eru lyklaorð tá talan er um at ferðast frá einum staði avskornum staði til eitt meginøkið. So longi Suðuroyarleiðin verður røkt av Smyrli, so er ferðatíðin ávísa longd, samstundis sum títtleikin er avmarkaður av bæði ferðatíð og hvílitíð hjá manning. Hetta hevur ávirkan á hvussu ofta og skjótt tað ber til at sleppa úr Suðuroynni til miðstaðarøkið.


Umframt Smyril, so er eisini tyrluflúgvin til og úr Suðuroynni tveir dagar um vikuna, ónsdag og fríggjadag, men tykist ferðaætlanin í lítlan mun verða hugsa sum ein tænasta til suðuroyingar.

Mælt verður til, at kommunurnar í Suðuroynni saman við Atlantic Airways fara undir at kanna hvussu tyrluflúgvingin til Suðuroyar kann skipast betri og við fleiri fráferðum fráferðum millum Suðuroynna – Havnina – Flogvøllin.

Ynskið er, at umstøðunar hjá tyrluni vera gjørdar soleiðis, at fyrsta alternativi at seta seg, í samband við rutuflúgving til og úr Suðuroynni, verður á Krambatanga. Hetta vildi gjørt tað møguligt, at samskipa tyrluferðina til og frá Suðuroynni við siglingina hjá Smyrli, havandi í huga at á Krambatanga koyra bussar, eins og bilarnar hjá teimum ferðandi standa parkeraðir.

Facebook viðmerkingar