Ja, álitið frá Fíggjarnevndini um Suðuroyartunnilin nærkast

BySuðuroyarportalurin

14. februar 2026

Tey flestu hava helst varnast, at nú fer tað at nærkast, at álitið frá Fíggjarnevndini um Suðuroyartunnilin verður lagt fram. Hetta er eisini sjón fyri søgn í KVF, sum dag um dag berur søgur um Suðuroyartunnilin, og talið av uppsløgum á Facebook og lesarabrøvum um Suðuroyartunnilin hava eisini verið uppeftirgangandi seinastu tíðina.

Fíggjarnevndin hevur síðani fyrst í januar arbeitt miðvíst við at lýsa málið. Tað er tað, sum høvuðsuppgávan er, tá nevndir í Løgtinginum fáa mál til viðgerðar.

Suðuroyartunnilin er eitt stórt mál, sum okur í Fíggjarnevndini hava brúkt nógva tíð uppá. Nevndin hevur kallað eina røð av fólkum og fyritøkum til hoyringar. Innkallingarnar eru nú lidnar – og haldi eg, at breið semja er í nevndini um, at málið er væl lýst.

Nevndin hevur m.a. varpað ljós á linjuføring, vegaføringar og tunlar á landi, jarðfrøðina, umhvørvis- og náttúruatlit, grót, trygd undir arbeiði og tá tunnilin letur upp, fíggjarliga partin, alternativa linjuføring, bora úr Skúvoy og upp til Skúvoyar og umhvørvis og náttúruatlit í Skúgvi, og so framvegis.

Talið av skjølum í málinum er helst farið upp um 1.500 og serfrøðingar, sum í Fíggjarnevndini hava lýst nógvu tættirnar í málinum hava eisini latið framløgur og tilfar til nevndina. Alt tilfarið liggur tøkt á heimasíðuni hjá Fíggjarnevndini – og ja, tað er orkukrevjandi at seta seg inn í tilfarið.

Áhugavert hevur verið at hoyrt serfrøðingar
– greiða frá jarðfrøðini og Suðuroyartunnilin,
– greiða frá árin á umhvørvið og náttúru og hvussu tillagingar kunnu gerast fyri at taka atlit og minka um árin á umhvørvið og náttúruna,
– greiða frá hvussu trygdin verður skipað í einum longum tunli við lutfalsliga lágari ferðslu sum í Suðuroyartunlinum,
– greiða frá at Suðuroyartunnilin fíggjarliga gevur góða meining í mun til verandi siglandi farleiðir til Suðuroyar og Skúvoynna og so framvegis.

Men sum tíðarandin er, so eru fakliga grundaðar frágreiðingar frá serfrøðingum lítið áhugaverdar. “Øll” eru jú serfrøðingar – ikki minst á sosialu miðlunum – og eru knøpp at niðurgera fakliga grundaðar frágreiðingar, um tær ikki eru í tráð við tær niðurstøðurnar, sum “vit halda eru rættar”. Ella eru knøpp at mæla til at skifta serfrøðingarnar út, ella til at byrja heilt av nýggjum við Suðuroyartunlinum, tí niðurstøðan passar ikki við “mína hugsan”. -Og hetta ger tað ikki minni avbjóðandi hjá fólki at fyrihalda seg til málið.

Alt meðan góð 8% av føroyafólki standa uttanfyri girðingina kring leikvøllin og halda ondini. Hvat fer at henda í hesum málinum – sum hevur verið lýst og greinað í 3 ár – og sum hevur so stóran týdning fyri framtíðina hjá Suðuroynni.

Fer Løgtingið at samtykkja at projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin og atknýttar verkætlanir, soleiðis at kostnaðurin verður kendur ella hvat?

Fyri okkum hesumegin Suðuroyarfjørð er hetta ikki bara enn eitt politiskt mál. Fyri okkum er tað munurin millum framburð og stagnatión – munurin millum at fáa javnbjóðis møguleikar at mennast saman við restini av landinum ella verða fasthildin í afturgongd á so nógvum økjum.

Nú málið er væl lýst, er ikki orsøk til at forhála málið longur – lat okkum nú fáa tikið næstu stigini í hesum heilt avgerandi málinum fyri Suðuroynna.

Dennis Holm

Facebook viðmerkingar