Sudringar.fo: Suðringar møttu einum væl betri liðið við Stórá í gjár, tá B36 var á vitjan – og tá okkara menn, so eisini høvdu ein “off-day”, so gjørdist uppgávan sera trupul.
B36 vann greitt 4-0 og sigur var eisini uppiborin.
Fyrstu løtuna eftir slíkt tap eru leikarar, øll rundanum liðið og eisini áskoðarar keddir um úrslitið. Men tá tikið verður inn í myndina, at Suðringar á leiðini hava varpað út bæði KÍ og Víking – og hartil hava spælt seg fram til hálvfinaluna, og eru millum tey seinastu 4 liðini í kappingini, so kunnu okkara menn, øll rundanum liðið og áskoðarar eisini hugsa um Løgmanssteypið 2018 sum eitt gott upplivilsi.
Áðrenn drigið varð í Løgmanssteypinum 2018 var okkara lið ikki givið nógvar møguleikar. -Og tá so fyrst KÍ og síðani Víkingur vóru á leiðini, væntaðu øll, at dystirnar í Løgmanssteypinum ikki fóru at verða nógvir í tali hjá Suðringum.
Men okkara menn og ikki minst áskoðararnir vildu tað annarleiðis – og hava greitt gjørt ein sera góðan figur í kappingini um Løgmanssteypið 2018.
Facebook viðmerkingar