KVF: Lokalu friðingarmyndugleikarnir í Suðuroynni hava givið Bakkafrosti loyvi at byggja eina smoltstøð í Ónavík á Lopransfirði.
Avgerðin var tikin fyrradagin, upplýsir Jaspur Vang, sýslumaður og formaður í Náttúrufriðingarnevndini fyri Suðuroyar sýslu.
Avgerðin hjá lokalu friðingarnevndini skal nú leggjast fyri Yvirfriðingarnevndina, sum tekur endaliga avgerð í málinum. Kærufreistin er ein mánaður.


Facebook viðmerkingar