Fríggjadagin kemur ferðafólkaskipið Greg Mortimer á Vág og er hetta fyrsta ferðafólkaskipið, sum vitjar á Vági í ár.
Skipið kemur á Vág fyrrapartin og loysir aftur um 18-tíðina.
Tað eru umleið 70 ferðafólk við skipinum. Tey flestu eru úr USA, og annars eisini úr Avstralia, Stóra Bretlandi, Kanada, Nýsælandi og India.


Facebook viðmerkingar