Fyri fleiri húski á Tvøroyri er mai mánaður nakað heilt serligt. Orsøkin er tann, at hvørt ár, verður eitt vikuskifti í mai sett av til bygdalegu í Nesvík, og í ár var onki undantak. Hesa ferðina varð legan hildin vikuskiftið 15. til 17. mai, og seinnapartin fríggjadagin var Smyril fullur av spentum foreldrum og børnum, sum í fleiri dagar høvdu talt niður til túrin.
Hvørt ár eru millum 80 og 120 børn og vaksin við á bygdalegu, og hvørt ár er legan fylt við spølum, undirhaldi, góðum mati, lívsjáttandi samveru og sangi. Legan er fyriskipað av Tvøroyrar kirkju og Missiónshúsinum, og eru tað hjúnini Siri og Ragnar Mortensen, sum eru høvuðsleiðarir. Tað, at legan sprettur úr einum kristnum felagsskapi, setur sjálvsagt sín dám á hana. Eitt nú verða andaktir hildnar hvønn dag, umframt at sunnudagsskúlasangir verða sungnir. Tó so, so leggja fyriskipararnir dent á, at øll eru hjartaliga vælkomin á bygdalegu. Tað, sum serliga eyðmerkir hetta árliga tiltakið er avslapping, aktivitetir, spøl, tann góði hýrurin og stuttligi stemningurin, sum er millum allir leguluttakararnir.
Leguhúsið í Nesvík er eitt fantastiskt hús fyri bæði stór og smá. Ein stór og nýmótans høll er, har børnini kunnu spæla bólt, badminton o.m.a. Uttanfyri er ein stór hoppipúta, sum verður dúgliga brúkt frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið. Til tíðir kann tað vera trupult at fáa børnini inn aftur um kvøldarnar, tí tey eru so upptikin av spæli úti á pútuni. Umframt hesa veldigu pútu er uttandura sparkivøllur, stórt spælipláss og vatn við jollum.
Fríggjakvøldið byrjaði legan við nátturða og hugnaligari samveru. Seinni um kvøldið varð skipað fyri spennandi og undirhaldandi spurnakapping, har øll vóru við.
Leygardagin var tann árliga postarenningin á skránni, har familjur í bólkum, kappaðust móti hvør øðrum, og sjálvandi vóru vinningar til vinnandi liðini. Postarenningin er altíð fyriskipað soleiðis, at øll kunnu vera við, bæði børn og vaksin. Um kvøldið varð aftur skipað fyri undirhaldi og kappingum, har látur og góður rómur fylti tann stóra salin í leguhúsinum.
Sunnudagin fóru tey, sum høvdu hug og tíð til tess, í kirkju og eftir døgurðan var sunnudagsskúli.
Hetta vikuskifti vóru vit so ómetaliga heppin við veðrinum, so útiøkið varð nógv nýtt, og ikki ber til at telja hvussu nógvir karmar børnini høvdu gjøgnum alt vikuskifti. Gjøgnum alt vikuskiftið hugnaðu børnini sær í teimum avbera góðu umstøðunum í og rundan um leguhúsið. Meðan børnini rokaðust úti og inni, hugnaðu tey vaksnu sær saman við borðspølum, bindigreiðum og práti.
Vit gleða okkum longu til næstu bygdalegu og vóna at síggja nógv fólk aftur komandi ár.


Facebook viðmerkingar