Á Mentanarnáttini borðreiða við í ár við nøkrum heilt nýggjum, ið vit áður ikki hava roynt. Dugnaliga sjónleikarinnan Gunnvá Zachariasen hevur játtað at koma suður, við einrøðuleikinum ”Gandakellingin úr Skúvoy”, ið hon og Ria Tórgarð hava staðið fyri. Leikurin hevði frumframførslu til Listaleypin í februar í ár og er hetta tí ein heilt nýggjur leikur.
Hugnaliga Fylking í Valarabrekkuni verður karmur um einrøðuleikin, við heldur óhugnaliga heitinum. Tvær sýningar verða, ein tórskvøldið 28. mai, kl 20:00 og ein fríggjakvøldið 29. mai, kl. 21:00.
“Frásagnirnar um heksina úr Skúgvi vórðu fortaldar við undran um alt landið”, skrivar fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreassen í síni grein um Sáru Malenu í tíðarritinum Brá (1984).
Sára Malena Guttormsdóttir. Hvør var hon? Hví fekk hon spaldrið gandakelling á seg? Hvørjar umstøður livdi hon undir? Dugdi hon veruliga gand? Hvat ér gandur?
Á Mentanarnáttini, í Fylking, gerast tit klókari upp á alt hetta.
HALDIÐ TYKKUM FRAMAT
Avmarkað atgongd er í Fylking, ið til høvið hevur dempaða ljósuppsetan, til hesa forkunnuga løtu. Tað snýr seg tí um at møta upp í góðari tíð. Leikurin tekur uml
Hugskot og konsept: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn: Ria Tórgarð
Leikari: Gunnvá Zachariasen
Leikrit: Kellingarnar báðar, Gunnvá og Ria við íblástri frá keldum frá Eyðun Andreassen K. O. Viderø, Skúvoyarsøgu og Sólrun Michelsen og øðrum heimildarfólkum.
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Teatur Grugg


Facebook viðmerkingar