Konsert í Vágs kirkju sunnudagin

BySuðuroyarportalurin

2. juli 2026

Summartónar: Konsert í Vágs kirkju sunnudagin 5. juli kl. 15.00

Larceny er ein kvintett, ið spælir nútímans jazz við íblástri frá New York, norðanlondum og ECM Records.

Føroysk-týska jazz-kollektivið Larceny varð sett á stovn í Týsklandi í 2021. Teir hava tvær útgávur á baki, við triðju ávegis.

Bólkurin framførur melodiøsan jazz, sum sveimar frá eymligum hugløgum til gosandi útbrot.

Manningin er: David Giesel (trummur), Jan Kappes (kontrabass), Julian Drach (saksofon), Moritz Langmaier (klaver), Pauli Reinert Poulsen (gittar)

Konsertin byrjar kl 15.00 og er ókeypis

Facebook viðmerkingar