Hundafangarin fær sín egna sang

BySuðuroyarportalurin

3. juli 2026

Grandma’s Basement eru nú aftur klárir við nýggjum tónleiki. Nú útgevur bólkurin eitt nýtt og dpennandi staklag – hesa ferð við einum heldur óvanligum høvuðspersóni.

Hvussu blívur tann arbeiðssami hundafangarin høvuðspersónur í einum sangi?

Tað fáa lurtarar nú svarið upp á, tá Grandma’s Basement lata sítt nýggjasta staklag úr hondum.

Sangurin snýr seg um hundafangaran í Kvívík. Hann er kendur fyri at verða óførur til sítt arbeiði – So óførur at hann altíð megnar at fanga allar hundarnar í bygdini. Men hvar enda hundarnir, og hví koma
teir ikki aftur? Hvar eru border collie hjá Sáru og chihuahua hjá Kláru?
Hetta vilja fólkini, í bygdini, hava svar uppá.

Klaksvíksbólkurin er kendur fyri at skriva stuttligar og fangandi sangir. Sangirnir eru lættir at syngja og eru ofta skrivaðir í skemti, satiru og spei. Bólkurin er eisini kendur fyri sínar lívligu konsertir, har sangirnir altíð verða framførdir við einum skálkasmíli.

Manningin í Grandma’s Basement eru:
Jón Jacobsen, sang
Rógvi á Tjaldrafløtt Olsen, el. gittar og sang
Símun Heimustovu, el. gittar og sang
Hans Andrias Jacobsen, el. gittar, kassagittar og sang
Jóannes Viðbjørg, bass
Thorvald Danielsen, trummur
Lindi Gardar, kassagittar og sang

“Hundafangarin” kann nú hoyrast á stroymingartænastunum Spotify og Youtube.

Youtube:
https://youtu.be/cY2rAfE5ymQ?si=0q1YxQf0wmyoP50w

Spotify:
https://open.spotify.com/track/4wXp6s7yOnC7IB9sBbnNLS?si=d7000397856c4cea

Facebook viðmerkingar