Vælkomin á jóansøku !

Longsti dagur nærkast og við honum eisini jóansøkan, sum í ár verður hildin á 94. ári í Suðuroynni. Hendan skjótt 100 ára gamla siðvenjan byrjaði við jóansøkudysti millum VB og TB í Vági 24. juni 1924 og er síðani hildin annaðhvørt ár í Vági og annaðhvørt ár á Tvøroyri.

Tað er við stóltleika, at okur í felag halda lív í hesi drúgvu siðvenju, og er býurin eisini gjørdur klárur til at taka ímóti jóansøku- og summargestum.

Ótroyttiligu ítróttar- og frítíðar-feløgini kring fjørðin hava aftur í ár skipað spennandi skrá stevnudagarnir – uttan teirra stóru tøk, bæði í vanliga gerandisdegnum, hvørt vikuskifti og í samband við stóru til-tøkini, sum t.d. jóansøkuna, var lívið her á staðnum nógv fátækari.

Jóansøkustevnan verður hildin á hásumri kring longsta dag. Eftir langan myrkan vetur, er várið og summarið av álvara komið innyvir Føroyaland. Ljósu dagarnir við ljósum nætrum spjaða summargleði og oyggjarnar vísa seg frá vakrastu síðunum, meðan sól gyllir dalar og fjøll.

Okur gleða okkum til at bjóða jóansøku- og summargestum vælkomnum. Gleða okkum til at taka ímóti kendum andlitum, sum ár um ár leita aftur til Vágs, tí heimstaðurin hevur eitt serligt pláss í hjørtum teirra. Og gleða okkum ikki minst til at okkara ungu leita aftur í summarfrítíð frá útbúgvingarørindum uttanlands.

Jóansøkustevnan gevur gjøgnum tíðirnar ment seg til at verða ein spennandi og fjøltáttað stevna, har ítróttur, mentan og felagsskapurin er í hásæti.

Við einum blómandi Vágs Kappróðrarfelag, har virksemi neyvan hevur verið so stórt, sum tað er júst nú, er tað við spenningin at bíða verður eftir startsskotinum til bæði barnaróðurin og FM-kappróðurin.

Á Eiðinum verður eisini hátíðardámur kring jóansøkuna, nú nýggi graslíkisvøllurin og nýgjørda
stadion-økið á Eiðinum er alment tikið í nýtslu, eftir at ein tiltrongd dagføring er gjørd. Tekniskatoymið hjá Vágs kommunu hevur staðið fyri framúr væl úr hondum greidda arbeiðinum og okur fegnast um at hava dugnalig og arbeiðssom starvsfólk í kommununi.

Inni á Oyrunum var í farnu viku hátíðarløta, tá Marghøllin varð alment tikin í nýtslu. Umstøðurnar til bæði fótbólt, frælsan ítrótt, klatring og rørslu sum heild í Vági eru við hesum tær bestu í landinum – okkum øllum, ungum sum eldri, lokalum sum avbygdafólki at frama.

Umframt ítrótt, er jóansøkustevnan eisini ein mentanarstevna. Ein stevna, har lokal listafólk innan málningalist, handsverksligalist, myndlist os.fr. sýna fram saman við lokalum søvnum, samstundis sum sang og tónlistafólk í nærumhvørvinum framføra og ríka okkum løturnar við sangi og tónleiki.

Jóansøkustevnan er ikki minst ein stevna, har okur leita saman í felagsskapi til skemt og gaman. Har dagsins stríð og strev verður lagt til síðis fyri eina stund, og hugnaliga samveran við vinir og kenningar verður sett í hásæti – og er hetta ein parturin av lívinum sum hevur so stóran týdning fyri okkum øll.

Jóansøkan er eisini barnanna stevna, har bæði barnaróður og barnafótbóltur myndar jóansøku-dagarnir, samstundis sum børn og ung seta stevnu á jóansøku-tivoli, ein afturvendandi og forkunnugur partur av hvørjari jóansøku.

Jóansøkuskráin er sum vant spennandi og fjøltáttað. Lokalu ítróttar- og frítíðarfeløgini hava lagt stóra orku í fyrireikingarnar. Uttan fólk og feløg, sum taka lógvatak og lyfta í felag, var ongin jóansøka, og eiga tykur øll eina hjartans tøkk fyri tað stóra arbeiðið tykur gera okkum øllum at frama.

Eg skal at enda vegna Vágs kommunu ynskja øllum bæði vágbingum, suðuroyingum og gestum úr øðrum pørtum av landinum og uttanlands, vælkomnan til Vágs við vón um at okur øll fáa eina góða og hugnaliga jóansøku.

 

Dennis Holm
Borgarstjóri

 

Facebook viðmerkingar