Heilt nógv fólk hava leitað sær til Suðuroyar nú Jóansøka er í Vági. Á middegi var Smyril fullur av fólki og bildekk eisini fult av bilum, bátum og farmi.
Tað var eisini skjótt greitt á keiini í Havn, at allir bilar sloppu ikki við á middegi.
Tá samanumkom stóð sjey røðir ella eini 80 bilar eftir á keiini, tá Smyril loysti nakað yvir kl. 13.
Smyril siglir av Havnini aftur kl. 18:30′
Facebook viðmerkingar