Hans í Líðini helt midnáttarrøðuna á jóansøku

Hans í Líðini helt midnáttarrøðuna á jóansøku – røðan er her.

Gott kvøld Vágbingar,  Gott kvøld Jóansøku gestir og gott kvøld Føroyar.

Tað er mer ein era at standa her og bera fram eina jóansøku kvøðu til tykum øll, nú sólin á síni ferð í ekliptika, just hevur vent á norðasta vendistaðnum í árinum 2018.

Tá ein nevnir árstalið 2018 kann ein líkasum spyrja seg sjálvan hvar bleiv tíðin og hvar blivu árini av.?

Júst um hesa jóansøkutíð, er tað, at nýtt lív kveikist í hvørjum reiðri og tað brotnar fyri nev bæði í bjørgum og haga. Og eisini verða okra egnu pisur nú klaktar á okra skúlum kring landið.

Hetta nýggja lív minnir okum á, tá okur sjálvi vóru børn í hesi avbera vøkru bygd, ja sum Neptun, okra góða skald, tekur til  “Millum fagrastu blettar eg kenni”, og í hesi bygd vaks je upp ivan land, har var friðarligt og okur, sum har yvuri búðu, átti alla mølina fyri okum sjálvi. Har speldi okur við bátar og skip og enn stendur klárt fyri mer, at okur fóru langar ferðir við skipum okra, ja heilt inn til Olju brúnna, sum í okra verð var Hvíta Havið og so hinvegin, vestur ímóti hjá Jóin, sum okur nevndi Grønland og var ein so djarvur, at fara vestur um stóra neyst, so vóru okur í New Foundlandi. Mangar lastir vóru fluttar yvir havið og heim á helluna tætt eystanfyri hjá Símun og Sandru. Har í helluna stoyptu okur vegir og so vóru skipini landaði uppí lastbilar, sum síðani koyrdu fiskin niðan undir bakkan, so hann ikki skuldi skola út við komandi mysingar flóð. (fiskurin; vóru tómar gággur og tómir skeljar )

Har í mølini lerdi Patsy Rættá okum at svimja og je dugdi væl at svimja longu áðrenn je fór í skúla, men tá var ongin svimjihylur, hvørki 25- ella 50 metrar. Tey sum skuldi lera at svimja, mátti lera tað á sjónum ella vesturi á vatninum.

Nakað seinni fóru okur heim á sandin, at spæla fótbólt og so var mangan fari yvir til Kráir, har okur fektaðist uppi á takinum á hoyggjhúsinum hjá Missinum. Tá vóru ongir barnagarðar og fóru okur vestur í Bø, at spela Cowboy, at fanga síl í Gjógvará, ella álar í Laksá, so vóru okur heimanfyri allan dagin, uttan at nakar ansaði eftir okum. Je haldi at okur lerdi, at ansa eftir hvørjum øðrum og tað var ein sjálvfylgja at hjálpa hvørjum øðrum. Mangir vóru karmarnir okur dreingir komu til Mammuna við, men tað var skift og so avstað aftur, onki roks meir um tað.

Bygdin var býtt upp í fleiri bólkar, so sum teir vesturi í Bø og teimum hildu okur, ivan land, okum afturat, so vóru tað teir á Løghamri og so víðari út gjøgnum bygdina, men tá tað kom til tey stóru bambustráðu kríggini stóðu tey millum teir, sum búðu vestanfyri Hvanndalsá og so teir, fyriuttan hesa somu á. Onkuntíð leikaði hart á í hesum krígnum og eg fekk líka sum bara um endan við á teimum.

Tað er tó eitt stað har flest okur minnast og varð vitja her hvønn einasta dag og tað var á Garða brúgv, ikki tí, at hetta var nakað spelipláss, men her var so íðandi fult av fólki allan dagin, her vóru konur og gentur sum vaskaðu og turkaðu fisk og her vóru menn og størri dreingir, sum vigaðu – og seymaður hesjan runt um fiskin til fiska pakkar, sum aftur vóru stáplaðir og surraðir uppá plattar. Og so vóru tað allir útróðrar bátarnir,  sum hvørt kvøld komu at Garða brúgv, at avreiða og her fekk ein sína fyrstu løn og tað var fyri at trilla fiskin frá vektini vestur í vaski skúrin. Og tá tað var yvirstaðið, sluppu okur at leggja uppá borðið til flekjararnir og hetta vardi mangan til kl. 01-02 um náttina, tí tað var umráðandi at flekja og fáa fiskin í salt, sum skjótast.

Og so var tað Vágseiðið sum dróg okum piltar at ser, hetta er ein náttúru perla, sum øll okur sum her búgva goyma í minninum, hvar enn so okur fara um knøttin. Her var og er vakurt og tá vóru tað fleiri bátar sum róðu út undan Kleivini. Ikki minnist eg tá tráð- banin varð í brúk, men hann stóð har og har klatraðu okur mangan. Menninir sum tá arbeiddu í grótbrotinum hildu eyga við okum og teir royndi , sum vera man, at reka okum burtur frá tráð bananum. Tá var lív í á Eiðinum og vinnuligt virksemi har.

 

Har sum smádreingir mangan vit leiktu,                           

sóu bát renna lunnunum av,

tað var hetta sum huga vár kveikti,

til tað stóra og brúsandi hav.

 

Vágsbygd hevur síðani 1860unum, verið ein handils og vinnulívs bygd, fyrst komu avbygda menn higar, at hava handlar og keyptu fisk frá vágbingum og seinni vóru tað vágbingar sjálvir, sum stáplaðu fleiri stór vinnuvirkir uppá beinini. Tað var her fyrsta elektriska kókiplátan í Føroyum varð tendrað í 1921 og tað var her fyrstu elektrisku gøtuljósini í Føroyum vóru sett upp og tað var her tann fyrsti el-drivni tráð banin til bátar í Føroyum var gjørdur av Rossavegi vestur í Múlagjógv. Tað var eisini her fyrsta eldrivna turkaríðið varð tikið í brúk og Vágur gjørdist ein av teimum størstu vinnuligu bygdunum í Føroyum. Her flutu sluppirnar fyri teim vetrar hálvárið, meðan tær frá mars til oktobur mána lógu avhálaðar á Íslands miðjum og førdi mangan fongin heim til kvinnur og hálvaksin, at vaska og turka.

Til suðuroynna komu nógvar fiskagentur  norðanífrá at arbeiða fisk, tá tær vóru flestar í allari Suðuroynni vórðu ter áleið 700 í tali.  Fleiri teirra funnu sær maka her og nógv eru okur, sum eru eftirkomarar av teimum fiskagentum, sum leitaðu sær til Suðuroynna at finna arbeiði, tí her var meira enn nokk at gera.

Frá 1910 og úteftir, tók útróðurin seg upp í bygdini og í 1930unum vórðu tað nógvir bátar sum róðu út av Eiðinum, umframt teir nógvu deksbátarnir sum hoyrdu heima á Gørðunum, á Løg hamri, á Tjørn og á Markna oyri .

Okur vita, at tá flest bátar vóru á útróðri fyri vestan ein og sama dag, vóru teir 36 bátar við áleið 160 monnum. Eitt annað dømi um allan útróðurin, sum var her í bygdini er, at í juli mána í 1960 avreiddu 19 bátar við tilsaman 75 monnum á Garða brúgv og 151 vektarseðlar vóru útskrivaðir og veiðan váð 65900 kg tað er 1318 sentnarar.  Í dag eru tað 2-3 útróðrarmenn eftir, og einans tveir fult riknir útróðrarbátar og hóast hetta, siga frøðingarnir, at okur hava ov nógvar bátar og skip og vilja skerja hesi før uppaftur meira. Tá eg var smádrongur róðu allar sluppirnar út við línu um veturin, umframt ein fleiri deksfør, tað mundi nokk verða eini 30 størri før og so minni bátar afturat, men í dag eru bert tveir minni bátar eftir , so ikki kann sigast annað enn, at nógv er broytt hesum viðvíkjandi, tí nú mugu hesir báðir bátarnir sigla á Tvøroyri fyri at avreiða, tí her tekur ongin ímóti fiski longur.

Tíðirnar broytast og menniskjan við og hetta er ikki nakað sum okur í hesum lítla samfelagið kunnu gera so nógv við. Okur hava onki fiskavirkið eftir her á staðnum og hava ongan stóran trolara ei heldur línuskip; Eitt uppi sjóvar skip liggur við bryggju vegna manglandi kvotur, so okur kunnu bara staðfesta, at  fiskaarbeiði er farið í søguna, men meira enn nøkur onnur bygd hava okur goymt minnini um tað tíðina, okur hava varðveitt grindabátarnir og allir teir elstu eru jú bygdir sum útróðrarbátar og virkaðu eisini sum slíkir, Dia Poulsen hevur varðveitt ein av teim gomlu deks- bátunum og tað er “Nólsoyarpáll”, sum varð bygdur til útróður í 1914 ; Og ikki minst hava okur her í bygdini varðveitt Sluppina “Johanne” Tg 326, sum hevur verið heimahoyrandi í Vági síðani 1892 og var í sama reiðarí í 79 ár áðrenn Grunnurin Johanna TG 326 keypti hana. Hetta skip andar av søgu og hevur ført manga gylti veiðu til lands. Hon verður 135 ár í 2019 og man nokk verða heimsins elsta siglandi skip.

Men tá nú alt fiskaarbeiði er dottið niðurfyri, so mugu okur ikki missa mótið, men líta frameftir og spíla okum út í øðrum vinnum og fólk eru tíbetur skjót, at umstilla seg, um so er, at okkurt annað stingur seg upp.! Og so seta okur okra álit á, at nógv arbeiði verður á nýggja virkinum hjá Bakkafrost komandi árini og fara okur at ynskja teimum blíðan vind í seglini framyvir.

Okur hava gjørt Sandin til ein vakran blett í bygda samfelagnum, okur hava fingið ein miðbý sum okur kunnu vera stolt av og okur vóru aftur fyrstir í Føroyum við einum 50 m longum svimjihyli sum ber fræga navnið Páls høll, og so eru okur eisini fyrstir, við eini flottari marg-høll , so her kann ikki sigast annað enn, at nógv er gjørt fyri ungdóm okra á trivnaðar og ítróttarøkinum og nú eru karmarnir skaptir fyri fleiri av sama slag sum Pál. Tó skal eg siga, at tað skal meira til av viljastyrki og treysti, enn bara karmarnir!

Nú Jóansøka er, kann eg ikki koma uttanum, at siga eitt sindur um kappróður, tí henda tjóðarítrótt okra her á staðnum er komin veruliga fyri seg aftur og tøkk til tey privatu, sum ókeypis hava lyft Vágs Kappróðrarfelag upp á eitt hægri støðið. Her hava eldsálir tikið um endan, áðrenn hann fór aftur av hekkuni og fingið manna heilar 6 bátar, sum hava luttikið í kappróðri til stevnurnar í summar.

Í 1923 var Olei fest hildin á Tvøroyri og 1924 í Vági,  á hesum stevnum vann ein bátur úr Vági áttamannafars róðurin og tað var Mercur og eru vinnarapláturnar til enn, hesin bátur er nokk tann fyrsti, sum var málaður, so sum okra kappróðrarfloti er í dag, við svartari rim og remmuborðið. Mercur var eisini við í Barcelona tá fleiri føroyskar fyritøkur sýndu fram klippfisk har í 1929.

Í 1925 var so fyrstu ferð jóansøku róður hildin á Trongisvágs fjørði og 1926 var fyrstu ferð jóansøka hildin her í Vági. Vágbingar hava síðani tá verið nógv við í kappróðri og ein tann kendasti kappróðrarbátur okra er til enn, tað er gamli Tofta Regin og hesin bátur er nokk tann fyrsti sum varð bygdur einans til kappróður.  Sagt er at hesin báturin róði fyrstu ferð í 1936 og vann allar róðrarnir fram til Jóansøkuna á Tvøroyri í 1943, tá hann á fyrstu sinnið mátti lúta fyri Sumbiarbátinum.

Í Suðuroynni eiga Sandvíksingar enn ein seksáring, sum varð bygdur í Vági í 1893 og eitur hann “Norðlýsan”, hon stendur í einum neysti í Sandvík. Í 1952 mannaðu vágbingar henda bát og róðu teir kapp á Ólavsøku ímóti seksáringinum “Gøtu Tróndi”, sum eftir loknan róður varð settur niðan á forn minnis savnið í Havn. Vágbingar umborð á “Norðlýsini” vunnið róðurin, men har norðuri høvdu teir longu áðrenn róð varð, sett navnið Gøtu Tróndur í steypið, so vágbingarnir fingu bert eitt lítið bikar við sær suðuraftur, til minnis um henda róður.

Fara tykur í St.Pakkhús so kunnu tykur síggja stóra Veðrasteypið  sum grindabáturin “Svanurin” tá nevndur “Svanen” vann til ognar, við at vinna tíggju manna fars róðrarnir 3 Ólavsøkur upp í slag í 1941-42-og 43. Og her kann ein síggja yvirlit yvir manningarnar, sum róði øll trý árini. Jú teir gomlu sótu væl undir árini og fleiri ferð mannaðu vágbingar tvey 10 mannafør og tvey áttamannafør, umframt nógvar aðrar bátar, til somu stevnur.

Okur hava fingið fleiri føroyameistaraheitir til bygdina, eitt nú Smyril í 2002 og 2003 og so aftur í 2016. Í fjørð var tað so Tofta Regin, sum gjørdist Føroyameistari fyri áttamannafør, men okur hava ikki átt føroyameistara í 10 manna fars róðri síðani 1980.Tá Vágbingur vann hetta heiti. Tó hava bæði dreingja og gentu manningar verið føroyameistarar upp ígjøgnum tíðirnar.

Tað er ein fragd fyri eyga, at sita fyri glugganum og síggja hetta unga ættarliðið, aftur vísa dirvi og reystleika á fjørðinum her og á firðunum kring landið og hetta smittar av til okum øll, tí tað er júst dirvi og reystleiki, sum skal til og saman við einum krútsterkum samanhaldi, kunnu okur í felag seta kós framyvir ímóti trivnaði og nøgdsemi, sum okur jú øll kunnu standa saman um og vilja náa. Okur stóðu saman fyrr og gjørdist fyrst: og okur eru enn fyrst á ávísum økjum og við samanhaldi kunnu okur væl saktans reisast einaferð enn.

 

Havið framtíðar hugsjónir sterkar,

einaferð bygdin tá seg mennir enn.                                              

                                                 

Jú øll eru okur góð við hesa bygd og er hon vøkur nú um jóansøkutíð , so er hon ikki minni vøkur hvønn Nýggjársaftan, tá stórthundrað menn og kvinnur machera vestur í gjøgnum bygdina, við logandi faklum í hendi, fyri síðani at enda á tríkantinum har sungið verður og har okur brenna ein bát á hvørjum ári.

Tá í so fýrverkið verður sent upp í luftina og túsundtals litir skyggja ímóti tí myrka stjørnu setta himmalhválvinum, tá ferð tað kalt niðureftir rygginum og ein stendur sum steinrunnin, meðan tankar og minnir renna fram fyri ein, og gleðin yvir hesa vøkru stund streymar út í ytstu fingra spíssarnir. Tað eru slíkar løtur, sum festa seg í innastu hjartarøtur og alskurin til hendan stað, verður staðfestur við, at eitt tár finnur veg upp um eygna karmin.

Nú er tó fari um longsta dag og tað sum er farið av hesum árinum, hevur verið gott, ongar ódnir vóru um okra leiðir síðsta vetur og várið er farið smílandi framvið, nú er so at vóna, at tað lív, sum í hesum døgum kveikist runt um landi, fær ein góðan gróðrarbotn, áðrenn hesar pisur leggja leiðini til heitari lond. Og eisini tí, at ter skulu verða mentar soleiðis, at ter aftur ein dag kunnu venda heim higar til hetta lítla land og byggja ser reiður her, so ter kunnu margfalda seg sjálvar.

Og við einari lítlari yrking fari eg at ynskja tykum øllum eina framhaldandi góða Jóansøku .

 

Her rótin er runnin og lívsmótið ment,

her barnaár svunnu í gleði,

Tá lívskvøldi nærkast, tú heim hevur vent

og Vágseiðið við síni megi,

teg dregur at ser

tá hjarta títt sler

í bringuni yvir fegið.!                                           

 
Gud signi heimbygd og land okra.

Takk fyri                                           

 

Mynd: Norðlýsið

Facebook viðmerkingar