Væleydnaður fótbóltsskúli

Fríggjadagin 29. juni og leygardagin 30. juni skipaði FC Suðuroy saman við FSF fyri fótbóltsskúla í Vági.

Fyrri dagurin, fríggjadagurin, var inni í Marghøllini, meðan seinni dagurin, leygardagnurin var á nýggja graslíkisvøllinum vesturi á Eiðinum í allarfagrasta summarveðri.

Tilsamans 60 børn vóru við til fótbóltsskúlan, 40 dreingir og 20 gentur.

Jón Pauli Olsen, høvuðsungdómsvenjari hjá FC Suðuroy, sigur at fótbóltsskúlin eydnaðist sera væl og at hetta verður heilt greitt eitt tiltak, sum verður aftur komandi ár.

Umframt høvuðsungdómsvenjaran og venjarar hjá FC Suðuroy, so var Øssur Hansen, sum er fótbóltsmennari hjá FSF, eisini við í fótbóltsskúlanum fríggjadagin.

FLEIRI MYNDIR ERU Á HEIMASÍÐUNI HJÁ FC SUÐUROY HER.

Facebook viðmerkingar