Ólavsøkudagur er hátíðardagur. Men í ár hevur dagurin eisini annan týdning. Tað er nevniliga yvirtøkudagur fyri familjurættarliga økið, sum nú endaliga kemur á føroyskar hendur. Tí er ólavsøkan í ár eisni søgulig og kemur at standa sum dagurin, tá ið føroyska samfelagið tók á seg ábyrgd av stórum og týdningarmiklum málsøki.
Vit fingu felt í samgonguskjalið at fáa persóns-, húsfólka- og arvarættin yvirtikan. Arbeiðið byrjaði tíðliga í samgonguskeiðnum og hevur gingið ómetaliga væl. Nú er komið á mál, og frá ólavsøkudegi er málsøkið flutt frá donskum myndugleikum í Ríkisumboðnum til føroysku Familjufyrisitingina.
Hetta er størsta mál í sjálvstýrisleið í áravís og ein varði. Eg ivist onga løtu í, at hetta verður til frama og menning fyri samfelagið alt.
Við yvirtøkuni hava vit tikið ræðið á fleiri týdningarmiklum málsøkjum, sum røkka heilt inn í føroysku heimini. Frá nú verður tað Føroya løgting, sum hevur rætt at lóggeva á hesum økjum, og føroyingar eru ikki longur bundnir av einans at kunna fremja tær broytingar, sum Fólkatingið hevur samtykt. Hetta merkir, at framyvir hava vit sjálvi ræði á lóggávu í sambandi við foreldramyndugleika og samveru. Vit hava ræði á hjúnabands og hjúnaskilanðarlóggávu. Á ættleiðingarlóggávu. Ræði á lóggávu í sambandi við, at fólk blíva burtur og á arvarættinum. Ræði á verjumálum umframt fosturtøkulóggávuni o.ø.
Hetta er eitt stórt og týðandi øki. Við yvirtøkuni fingu vit eisini nýggja føroyska lóggávu um ættleiðing. Restin av økinum er óbroytt enn. Men vit vita, at tørvur er á bæði dagføringum umframt nýggjari lóggávu á fleiri økjum. Millum annað tørvar okkum nýggja lóg um foreldramyndugleika. Hetta er eitt stórt arbeiði, sum krevur nógv, soleiðis at vit tryggja rættindini hjá børnunum. Eisini hevur kjak tikið seg upp í sambandi við fosturtøkulógina.
Við yvirtøkuni taka vit ábyrgd. Tað er tað, politikkur snýr seg um. At taka ábyrgd av landi og fólki. Og hendan ábyrgd fer at menna okkum sum samfelag. Framyvir vera tað vit, sum skulu taka støðu á øllum hesum málsøkjum. Tí vænti eg mær eisini drúgt samfelagskjaki um hesi viðkvomu evni. Nú er bygdin og støðutakanin okkara. Nú kunnu vit ikki renna undan og vísa til, at hetta hava vit onga meining um, tí at hetta er danskt málsøki. Og júst tað kemur at búgva okkum sum samfelag. Við ábyrgdini búgvast vit, og vitið hvessist.
Tað er ein sera góð kensla, nú vit loksins eru komin hartil, at økið er yvirtikið, og Familjufyrisitingin letur upp. Tað kennist rætt, at tað nú eru føroyskir myndugleikar, sum vara av, tí onkursvegna kendist tað ikki rætt, at fólkið í Føroyum, í so viðkvomum og persónligum málum í veruleikanum skuldi venda sær til myndugleikan í einum øðrum landi fyri at fáa hjálp. Eg eri púra vís í, at fólk hava fingið góða hjálp, tað er ikki tað, tað snýr seg um. Men tað snýr seg um, at vit sum land sjálvi taka ábyrgd og skipa okkum eftir egnum ynskjum og tørvi.
Tað er ongin ivi um, at vit nú í komandi tíðum fara at viðgera ymsar tættir av yvirtikna málsøkinum. Sjálv meti eg tørvin á nýggjari lóg um foreldramyndugleika sum tað týdningarmesta at fáa fyrst á skrá.
Vit hava sera góð fólk at lyfta uppgávuna, so eg gleði meg at fylgja arbeiðinum.
Eg fegnist um, at tað eydnaðist at fáa málið samtykt á løgtingi og ivist onga løtu í, at søgan kemur at vísa, at tað var rætta avgerðin.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
Facebook viðmerkingar