Nú farið verður inn í eitt politiskt ár, har tað verður løgtingsval í seinasta lagi 1. september 2019, fer Suðuroyarportalurin eisini at geva pláss til politisk tíðindaskriv og -viðmerkingar.
Seinasta árið uppundir eitt løgtingsval er vanliga merkt av størri virksemi á politiska frontinum, har bæði samgonga og andstøða, politiskir flokkar og einstakir politikarar royna at vísa á hvørji evnir, tey halda eru týðandi, nú veljarin skal taka støðu til, hvar krossurin skal setast til eitt komandi løgtingsval.
Hesin týðandi parturin av politiska kjakinum í samfelagnum verður nú eisini sjónligur á Suðuroyarportalinum, sum fer at geva politikkinum rúm á Suðuroyarportalinum.
Facebook viðmerkingar