Tá ið Sandoyartunnilin er liðugt boraður, er natúrligt at seta sjóneykuna á Suðuroynna og meta, um tað er ráðiligt at fara undir ein undirsjóvartunnil ímillum Suðuroynna og Sandoynna, segði løgmaður í Løgmansrøðuni á Ólavsøku.
Avbjóðingin er, at hetta er ein verkætlan, sum lættliga kann kosta 3 milliardir krónur.
Eysturoyar- og Sandoyartunlar kosta eins nógv, men ferðslan í Eysturoyartunlinum verður væntandi munandi nógv størri enn í t.d Suðuroyartunlinum.
Avgerðin um Suðuroyartunnilin skal tó kanska serliga metast saman við tørvin á einum nýggjum Smyrli um nøkur ár. Leysligar metingar siga, at eitt nýtt skip kostar 1 mia. kr.
Í ár verða innleiðandi jarðfrøðiligar kanningar gjørdar til Suðuroyartunnilin.
Tá ið Sandoyartunnilin verður liðugur, er tað bert Suðuroyggin av stóru oyggjunum, sum ikki hevur vegasamband til meginøkið. Suðuroyggin er í eini serstøðu, og er umráðandi at leggja ætlanir fyri einum Suðuroyartunli.
Facebook viðmerkingar