Mánadagin í farnu viku varð skrivað um famijlutiltak, ið Vágs Kommuna og Hvistan høvdu sett á skrá til týsdagin.
Týsdagin umleið kl. 1600 byrjaði tað at streyma til við fólk í Marghøllina, bæði lokal, eins og og vitjandi í oynni og úr fleiri av bygdunum í Suðuroynni. Her kundu børnini spæla fótbólt, hoppa band, hugna og fjasa undir einum fallskíggja, hoppa í posa umframt annað, fleiri hundra børn og vaksin vitjaðu hesa løtuna í Marghøllini.
Hvistan hevði borið so í bandi, at vaflur og kaffi kundi keypast, eins og at børnini fingu Kirvi eftir tiltakið, og sigast má at undirtøkan var sera góð, tí einki var eftir tá ið tiltakið lækkaði móti endanum.
Seinasta á skránni var vitjanin av Klovninum BUBU, og ikki kann sigast annað, at børn og vaksin veruliga hugnaðu sær og skemtaðust saman við BUBU, sum sang, spældi og eisini sendi onkra heilsanina, umframt at sungi bleiv fyri børnum, ið høvdu føðingardag týsdagin.
Hvistan og Vágs Kommuna, takk fyri sera góðu undirtøkuna og ynskja øllum eitt gott summar.
Facebook viðmerkingar