Ongin søkti kommunulæknastørvini í Suðuroynni

Heilsutrygd hevur søkt eftir 10 kommunulæknum til at manna kommunulæknastørv kring landið, tvey teirra í Suðuroynni.

Tá freistin at søkja var úti á middegi týsdagin 31. juli og komu bara tríggjar umsóknir til tey 10 størvini. 

Tvær umsóknir vóru til kommunulæknastørvini í Suðurstreymoyar læknadømi, har søkt varð eftir fýra komunulæknum. Ein umsókn var til kommunulæknastarvið í Sandoynni. 

Ongar umsóknir vóru til kommunulæknastørvini í Suðuroynni (tvey størv), í Skálarfjarðar læknadømi (tvey størv), og í Gøtudali (eitt starv).

Facebook viðmerkingar