Seinast vóru tað politikkarar og aðrar fínar týpur. Nú fara vit inn í ein ævintýra heim har ALT er møguligt. Næsti leikurin verður; Klintrimús og hini djórini í Valdbakkaskóginum eftir Thorbjørn Egner.
Leikstjóri verður Klæmint H. Isaksen.
Pallsniðgevi verður Nicolaj Falck.
Vit gleða okkum at sleppa at arbeiða saman við hesum báðum evnaríku monnunum.
Ert tú 17+ og ein kreativ sál. Droymur tú kanska um at sleppa at standa á einum palli sum sjónleikari, ella dámar tær at seyma, sminka, smíða, spæla tónleik, gera ljós og ljóð etc. so er tað NÚ, at tú fært møguleikan, at verða ein partur av tí litríka og stuttliga hópinum, ið longu er virkin í Suðuroyar Sjónleikarafelag.
Venjingarnar og framførslunar verða í SALT, og má sigast, at vit hava nakrar framúr góðar umstøður at gera gott teatur.
Ljóðar hetta spennandi, so er at skriva mær, Mariann Johansen eini boð á facebook. Venjingarnar byrjað í næstum.
Suðuroyar Sjónleikarafelag og SALT
Facebook viðmerkingar