Forkunnugt kort frá 1922 undan kavi í Vági

Vágs kommuna: Í farnu viku kom eitt forkunnugt kort yvir Vágs kommunu, eitt tekniskt kort frá 1922, undan kavi í húsunum hjá Petur Dahl, sum var borgarstjóri í Vági frá 1907 til 1014 og aftur frá 1919 til 1930.

Eftirkomararnir hjá Petur Dahl, í Vági vanliga nevndur Petur á Gørðunum, hava seinastu árini arbeitt við at seta í standa gomlu húsini hjá Peturi. Ein teirra, sum í dag varir av húsunum, er Magnus Dahl, abbasonur Petur.

Í farnu viku boðaði Magnus frá, at teir høvdu funnið eitt forkunnugt kort í Petursborg, sum húsini hjá Petur á Gørðunum vanliga verða nevnd í Vági. Talan var um eitt tekniskt kort frá 1922.

Kortið er teknað av einum norskum verkfrøðingi, sum Vágs kommuna brúkti sum ráðgeva. Á kortinum eru m.a. fyrstu el-leiðingarnar í Vági teknaðar og eisini sokallaðu “kioskirnar”, sum transformaturstøðirnar hjá elverkinum vórðu kallaðar fyrr.

Forkunnugt er eisini við kortinum, at húsini hjá Petur á Gørðunum, eru millum tey ovastu í bygdini. Í dag standa húsini at kalla mitt í Vági.

 

Petur á Gørðunum var borgarstjóri ella sóknarstýrisformaður, sum heitið var tá, í Vági frá 1907 til 1014 og aftur frá 1919 til 1930. Petur á Gørðunum var undangongu maður burturav m.a. í samband við elverkinum í Botni, sum varð tikið í nýtslu í 1921. Petur á Gørðunum var eisini stovnari av Suðuroyar Sparikassa, Sjúkrakassanum í Vági, og undangongumaður tá tráðbani varð bygdur vesturi á Eiðinum í 1928/1929.

 

Kelda: www.vagur.fo

Facebook viðmerkingar