Í morgin tíðliga verða maskinurnar á nýggja virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri settar í gongd, skrivar JN.fo.
Ætlanin er at royndarkoyra virkið í morgin og fáa innstillað maskinurnar.
Tað er Tróndur í Gøtu, sum kemur við fyrstu lastini, teir verða á Tvøroyri tiðliga í morgin. Tróndur í Gøtu hevur roynt norðanfyri føroyska markið í altjóða sjógvi, teir hava 350 tons, sum verður mett sum passandi nøgd at royndarkoyra maskinurnar við, skrivar JN.fo.
Kelda: www.jn.fo
Facebook viðmerkingar