Í dag bleiv fyrsta BátaBólið í Føroyum alment tikið í nýtslu. Tað var á almennum hátíðarhaldi Niðri á Møl í Froðba, har fitt av fólki var komið saman í góðveðrinum at síggja – og royna, um hugur var til tess – BátaBólið.
Møguleiki var sjálvandi eisini fyri at heilsa uppá Elin Mariu Nolsøe, Sissal Christinu Fosaa og Eirik Sanderson, sum eru fólkini handan verkætlanina Neysting.
Neysting hevur sum endamál at varðveita føroysku neystini sum arkitektoniskan mentanararv og søgu tjóðarinnar. Hetta verður gjørt við at geva neystunum nýggja samtíðarhóskandi funktión sum ból fyri vallarar, ferðafólk og mentanaráhugaði.
Tað er neystaeigarin Beinir Debes í Froðba, sum hevur verið so beinasamur at læna sítt neyst út til fyrsta BátaBólið í Føroyum. Meiningin er, at fleiri BátaBól skulu setast upp kring landið.
Kanska hetta verður partur av eini føroyskari útgávu av eini pílagrímsferð, har ferðast verður frá neysti til neyst runt Føroyar og gist í BátaBólum.
Skrivað hevur Súsanna Bertholdsen
Facebook viðmerkingar