Næmingar frá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy hava nú tikið í nýtslu bæði stóra høga klatriveggin og tann minna boulderings-klatriveggin í Marghøllini í nýslu.
Undirvísarar á Ítróttaháskúlanum hava gjørt tær fyrstu klatriruturnar og hava í vikuni havt skeið í klatring fyri næmingum á Ítróttaháskúlanum. Ein týðandi partur av skeiðnum fevnir um trygd, trygd og aftur trygd, siga undirvísararnir á Ítróttaháskúlanum, skrivar Marghøllin á heimasíðuni www.marghollin.fo
Facebook viðmerkingar