Ónsdagin vóru maskinurnar á Varðanum Pelagic settar ígongd aftur í spildurnýggja virkinum á Tvøroyri.
Hesir fyrstu dagarnir verða ein royndartíð, har rættingar og stillingar verða gjørdar og alt hevur higartil gingið sum væntað og rætta vegin, sigur Ólavur Bjarkhamar framleiðsluleiðari Varðanum Pelagic, við in.fo.
Í vertíðini verða tilsamans nakað yvir 100 fólk knýtt at virkinum.
Men nú verður arbeitt upp á at hava meiri støðugt arbeiði á virkinum, tí hava tey eisini gjørt eitt virki, sum skal virka svartkjaft til surimi, sigur Ólavur Bjarkhamar við in.fo.
Gongst sum ætlað er virkið hjá Varðanum Pelagic í fullari ferð aftur í komandi viku.
Myndina tók Reidar Simonsen.
Facebook viðmerkingar