Í samband við nýggju útgávuna “I Want to be Kind” fer Teitur at hava konsertir kring landið. Seinastu árini her heima hevur Teitur mest verið at hoyrt á G! Festival og í Spaniastovu.
11 ár eru farin síðan Teitur var á konsertferð á klettunum í samband við føroysku útgávuna “Káta hornið” og hetta er fyrstu ferð at Teitur spælir á støðum so sum Maggie’s, Bygdarhúsinum í Kunoy, Tøting, Listastovuni í Miðvági og Blábarr, umframt størru konsertirnar í Løkshøll og Salt.
“I Want to be Kind” hevur fyrr í ár verið framført á útseldum konsertferðum í USA, Týsklandi og Danmark og nú ber til at hoyra løgini í Føroyum.
Meira fæst at vita á www.teitur.com
Facebook viðmerkingar