Smidligari umsiting av arbeiðsskaðum

Eitt lógaruppskot um at leggja Vanlukkutryggingarráðið saman við Arbeiðs- og brunaeftirlitið, er í løtuni til hoyringar. Stjórin í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, Leivur Persson, vissar um, at avtøkan av Vanlukkutryggingarráðnum, sum til dagin í dag verður umsitið av sorinskrivaranum, ikki fer at elva til vánaligari málsviðgerð av arbeiðsskaðum. Tvørturímóti fáa vit eina greiðari og harvið smidligari skipan burturúr, sigur hann.

 

Sum liður í yvirtøkuni av vanlukkutryggingarøkinum, ið fram til yvirtøkuna í 1980 var danskt málsøki, hevur ligið í kortunum at avtaka Føroya Vanlukkutryggingarráð og flyta tað til ein føroyskan stovn.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið um at leggja Føroya Vanlukkutryggingarráð og Arbeiðs- og brunaeftirlitið saman, skrivar Samferðslumálaráðið millum annað, at orsøkin til, at málið verður tikið upp, er, at mett verður, at samanleggingin fer at hava fleiri fyrrmunir við sær.

 

Fráboðanir á einum stað
Hesir báðir stovnar arbeiða við tætt skyldum økjum innan arbeiðsmarknaðarmál og hoyra undir Samferðslumálaráðið. Bæði arbeiðsskaðatryggingarlógin og arbeiðsumhvørvislógin áseta fráboðanarskyldu viðvíkjandi arbeiðsvanlukkum.

Hóast kravdu fráboðanirnar eru nærum eins, er onki samstarv um hesar fráboðanir. Ein umskipan hevur við sær, at tað einans verður neyðugt hjá arbeiðsgevaranum at boða frá hjá einum almennum myndugleika. Hetta skuldi sostatt havt við sær eitt hægri tænastustøði. Millum annað tí, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum bert skulu fyrihalda seg til ein myndugleika, eina fráboðan, eina heimasíðu og kunning annars.

Harumframt fer broytingin at lata upp fyri fleiri møguleikum fyri samvirkandi fyrimunum og harvið eina skynsamari gagnnýtslu av fíggjarliga tilfeinginum innan arbeiðsumhvørvisøkið, sum sagt verður í lógaruppskotinum. Eitt nú viðvíkjandi skráseting, bókhaldi, fíggjarstýring, hagtølum og leiðslu.

 

Tænastan versnar ikki
Ein ávísur ivi hevur verið sáddur um, hvørt flytingin av vanlukkutryggingarøkinum frá sorinskrivaranum til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, sum ætlanin er við lógaruppskotinum, fer at seta tey, sum framyvir kunnu verða rakt av varandi arbeiðsskaða og niðursettum arbeiðsførleika, í eina veikari støðu. Hetta tá ræður um eftirfylgjandi áseting av mistum arbeiðsevnum, ið so ella so hevur beinleiðis ávirkan á støddina av møguligum skaðaendurgjaldi.

Ivin hevur serliga snúð seg um, hvørt tað framyvir mest vera løgfrøðisligar avgerðir – og ikki í sama mun læknavísindaligar niðurstøður – sum fara at liggja til grund fyri áseting av til dømis mistum arbeiðsevni.

– Her er eingin orsøk at óttast, sigur Leivur Persson, stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, tá vit spyrja hann um, hvussu stovnurin ætlar sær at veita trygd, at tær røttu avgerðirnar verða tiknar.

Hann vísir á, at serlæknar framvegis verða partar av viðgerðini, alt eftir, hvat slag av arbeiðsskaða í í hvørjum einstøkum føri.

– Føroyska lóggávan minnir í stóran mun um ta donsku, og avgerðirnar fara sjálvandi at hava somu fakligu vekt, sum tær higartil hava havt. Soleiðis at skilja, at læknafakliga viðgerðin verður tryggjað, har tað krevst. Hetta við tí fyri eyga at koma fram til rætta avgerð í hvørjum einstøkum máli, sigur Leivur Persson.

Lógaruppskotið um at leggja Føroya Vanlukkutryggirráð saman við Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er í løtuni til hoyringar hjá viðkomandi pørtum.

……….

FAKTA: FØROYA VANLUKKUTRYGGARRÁÐ
Føroya Vanlukkutryggingarráð – Det færøske Ulykkesforsikringsråd – sum tað tá nevndist, varð upprunaliga sett á stovn í 1966 sum “Anordning nr. 389 af 15. november 1966 om forsikring mod følger af ulykkestilfælde.” Ráðið varð tá umsitingarliga staðsett hjá Føroya Rætti við sorinskrivaranum sum føddum formanni.

Málsøkið er síðani yvirtikið, og Vanlukkutryggingarráðið virkar nú sambært løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða. 

Í høvuðsheitum er virkisøkið hjá Vanlukkutryggingarráðnum lík tí hjá fyrrverandi danska “Arbejdsskadestyrelsen”. Høvuðsuppgávan hjá Vanlukkutryggingarráðnum er at taka avgerðir í málum um arbeiðsskaðatrygging og málum viðvíkjandi vinnusjúkum.

Umframt sorinskrivaran er Vanlukkutryggingarráðið mannað við fýra nevndarlimum, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Ein limur skal vera útbúgvin lækni.

Hóast tað fyrr var vanligt at leggja yvirtiknar umsitingarligar uppgávur til serkønar nevndir og danskar myndugleikar í Føroyum, gerst hetta alsamt minni vanligt. Føroyska landsfyrisitingin er ment munandi seinnu árini, og flestu av hesum umsitingarligu uppgávunum liggja nú hjá føroyskum stovnum.

Verandi skipan og staðseting av Vanlukkutryggingarráðnum var møguliga skilvís í 1966, men er ótíðarhóskandi í 2018, verður sagt í viðmerkingunum til lógaruppskotið um at leggja Føroya Vanlukkutryggingarráð saman við Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, tí bæði arbeiða við tætt skyldum økjum innan arbeiðsmarknaðarmál.
 

Facebook viðmerkingar