UNDANGÓÐKENNING: Í sambandi við bygging av nýggjari farleið til Hvalbiar bjóðar Landsverk áhugaðum arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á høvuðsarbeiðstøku.
Útbjóðingarháttur
Verkætlanin verður boðin út í høvuðsarbeiðstøku. Útbjóðingin er fevnd av løgtingslóg nr. 106, frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m. og løgtingslóg nr. 52, frá 6. mai 2016 um broyting í løgtingslóg um útbjóðing v.m.
ÚTBOÐSTILFAR
Lýsing av verkætlanini
Fyri at dagføra farleiðina millum Hvalba og Trongisvág skal nýggjur tunnil gerast frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba. Talan er um ein umleið 2.540 metrar langan tunnil og landsveg frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági. Landsvegur verður somuleiðis gjørdur frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn. Nýggj íbinding út í Nes skal eisini gerast. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið 3.480 metrar. Ætlanin er at bjóða arbeiðið út seinni í ár, og at byrja arbeiðið í 2019. Verkætlanin er mett at verða liðug í seinasta lagi í 2022.
Treytir
Fyri at verða tikin við í viðgerðini í sambandi við undangóðkenningina, skulu umsøkjarar lata inn niðan fyri nevndu upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti, fakligar royndir, byggiorku og tekniska virkisleiðsluroyndir:
Arbeiðið skal verða gjørt av parta- ella smápartafeløgum, sum eru skrásett í Føroyum, t.e. hjá Skráseting Føroya.
- Navn, bústaður, v-tal, telefonnummar, teldupostadressa og navn á ábyrgdarpersóni.
- Yvirlit yvir líknandi verkætlanir, ið umsøkjarin hevur havt ein stýrandi leiklut í. Vísast skal til lidnar verkætlanir ella verkætlanir í gerð. Fyri hvørja verkætlan skal byggiharri og leiklutur arbeiðstakarans upplýsast. Harafturat skal upplýsast, nær arbeiðið er byrjað, arbeiðstøkukostnaður og ábyrgdarpersónar.
- Úr yvirlitinum skulu veljast tær báðar mest viðkomandi verkætlanirnar, sum umsøkjarin áður hevur luttikið í. Fyri báðar verkætlanirnar skal nágreinilig lýsing fyriliggja. Harumframt skal leikluturin og avrikið hjá umsøkjaranum lýsast. Byggiharrin tilskilar sær rætt til at seta seg í samband við avvarðandi ábyrgdarpersónar.
- Umsøkjarin skal viðleggja dokumentatión fyri fíggjarliga orku, t.e. ársroknskap 3 tey seinastu árini. Her verður hugsað um lyklatøl fyri umsetning, úrslit eftir skatt og eginpeningur. Um fleiri søkja saman, er tað galdandi fyri hvønn partin sær.
Fyri at umsóknin um undangóðkenning skal verða viðgjørd, skal alt oman fyri nevnda tilfar latast inn.
Um umsøkjarin er ein felagsskapur (konsortium) av arbeiðstakarum, skal hesin, í samband við at bjóðað verður upp á arbeiðið, veita einum av luttakarunum fulltrú, ið skuldarbindur allan felagsskapin, eins og byggiharrin krevur samábyrgd.
Freist at lata inn tilfar
Freistin at lata Landsverki inn tilfar er 26. oktober 2018, kl. 13.00. Avsendarin hevur ábyrgdina av, at tilfarið er móttikið rættstundis.
Krøv til tilfar
Í sambandi við undangóðkenningina skal tilfarið latast inn í talgildari pdf-útgávu í A4 ella A3 stødd.
Tilfarið skal sendast til
Landsverk á teldupostbústað: lv@lv.fo
Spurningar
Møguligir spurningar skulu skrivliga stílast til verkætlanarleiðaran, Jóannes S Jensen jojen@lv.fo ella deildarleiðaran fyri Infrakervi, Armgarð Steinhólm arst@lv.fo
Facebook viðmerkingar