SJÚKT SUNN – ein leikur til øll, ið hava heilsu.
Er tað møguligt, at verða so sunn, at tað í veruleikanum er sjúkt? Hvar gongur markið í millum at tapa seg nøkur kilo og at svølta seg í hel? Er Anorexi ein lívsstílur? Er royking eitt brotsverk móti mannaættini? Hvør eigur luftina? Hvør er sjúkast, tey sjúku ella tey sunnu?
Hesar, og fleiri spurningar, fæst kanska svar uppá í sjónleikinum SJÚKT SUNN hjá Tjóðpalli Føroya í heyst.
14 ára gamla Emilia Momsen hevur etingarólag, men tað er ikki nøkur sjúka, tað er ein lívsstílur, sigur hon. Foreldrini royna hvat tey kunnu at hjálpa henni, men teirra lív er heldur ikki so lætt, og tá mamman fær at vita, at hon hevur sklerosu og pápin hvørvur tá hann sníkjir seg út at roykja, og konfirmatiónin nærkast, og tey fáa gestir alla møguliga staðni frá, og hundurin er kanska eisini sjúkur, so er um at ganga heilt galið hjá familjuni.
SJÚKT SUNN er ein øðrvísi og stuttligur máti at taka álvarsom evni upp. Etingarólag er einki at spæla við, men tað ber kortini til at flenna at tí, eins og øllum øðrum, og á tann hátt kanska loysa upp fyri nøkrum hugsanum, spurningum og hugleiðingum um evni.
Leikurin er uml. ein tima langur, Mette Heeno hevur skrivað leikritið, Hans Tórgarð hevur týtt og leikstjórnað, og Gunnvá Zachariasen og Mariann Hansen spæla allar leiklutirnar – burtrusæð frá Wilmu, sum verður leikt av einum ósjónligum hundi.
Hóast leikurin kanska fyrst og fremst vendir sær til tannáringar, so snýr hann seg kortini um alla familjuna, og foreldur at tannáringum fáa nokk líka nógv burturúr sum tannáringarnir sjálvir.
Leikur eftir Mette Heeno
Týtt: Hans Tórgarð
Leikstjórn: Hans Tórgarð
Leikarar: Mariann Hansen og Gunnvá Zachariasen
Búnar/rekv.: Katrin Bonde
Pall: Símun Pauli Hansen
Ljóð: Baldur Meitil og Hans Tórgarð
Kostnaður: 150,- vaksin – 100,- lesandi og ung undir 25 ár
Facebook viðmerkingar