Politiið í Føroyum kannar álop á nic.fo

Týsmorgunin fekk politiið fráboðan frá einum borgara um, at teldusníkar høvdu framt álop á heimasíðuna nic.fo.

nic.fo varðar av øllum .fo-økisnøvnunum, og skaðin, sum kann standast av einum telduálopi á nic.fo, kann verða ovurhondsstórur fyri alt tað føroyska samfelagið. Av hesi grund verður nic.fo mett sum ein samfelagskritisk skipan, og politiið í Føroyum valdi tí at seta í verk eina kanning av álopinum.

Politiið setti seg í samband við umboð fyri nic.fo, sum eisini útvegaði politinum avrit av servaranum og loggum frá nic.fo. Fyribils kanningar hjá politinum benda á, at teldusníkarnir millum annað hava fingið atgongd til innritanarupplýsingar, harímillum brúkaranøvn og loyniorð, hjá øllum brúkarunum av nic.fo.

Skipanin á nic.fo er ikki virkin í løtuni, og tí fáa teldusníkarnir heldur ikki nýtt loyniorðini til at broyta nakað á nic.fo. Um tú hevur ein brúkara á nic.fo og hevur endurnýtt loyniorðið á øðrum tænastum á internetinum, vil politiið í Føroyum tó viðmæla, at tú broytir loyniorðið skjótast tilber.

Enn er nógv kanningararbeiði at gera, og politiið í Føroyum hevur í dag biðið donsku ríkisløgregluni um hjálp til at kannað málið.

Bárður Christiansen

Facebook viðmerkingar